Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava havt undangongufólk, sum hava tora at brotið upp úr nýggjum

Oliver Joensen

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost, heilsaðið eisini “Hans á Bakka”. Rúni málbar seg soleiðis:


Kenna hitan av hondum, ið sleptu

«Havið er Føroyingum eitt natúrligt vinnuøki – tað er lívsnervin í øllum hansara yrki. Tá ið hann legði av at sigla, var tað skjótt, at hann varð trælkaður og trongskygdur.» Soleiðis tekur Hans A. Djurhuus til í føroyingasøguni hjá sær.

Onkur hugsar kanska, at undarligt eg nevni hetta í sambandi við hetta skipið, sum bert skal sigla runt oyggjarnar í Føroyum. Men havið er eisini í dag ein lívsnerv í okkara yrki, og er føroyingum eitt náttúrligt vinnuøki. Tað er eisini heilt nattúrligt, at á hesum vinnuøki mesta av menningini í Føroyum er farin fram, og er hetta grundarlagið undir okkara nútíðar samfelag.

Tað er eisini innan okkara vitan her, at alingin hevur ment seg í Føroyum, og at vit í dag hava eina tí mest framkomnu skipan á økinum. Ja, alarinir í Hvannasundi, Kaldbak ella runt um í Føroyum kunnu gleðast um, at teir eru millum heimsins bestu innan sítt øki. Tey á Havsbrún í Fuglafirði kunnu gleðast um, at tey úr vørum, sum fyrr einans fóru til djóraføði og ídna nú framleiða dygdargott fóður, sum ger, at føroyskur laksur er ein av heimsins sunnastu og bestu. Jú vit føroyingar hava nógv at verða ernir av – errin, men mugu ongantíð blíva hugmóðig.

Men orsøkin til at vit í dag kunnu vísa á hetta, er, at vit hava havt undangongufólk, sum hava tora at brotið upp úr nýggjum. Tey, sum hava skara framúr, hava aloftast bygt á royndirnar hjá øðrum. Onkuntíð hevur tíðin verið við teimum og onkuntíð ikki – tí tíðin og hvussu alt vil til, hevur verið avgerandi, hvussu hevur hepnast. Ein av undangongumonnunum innan alingina hevur verið Hans á Bakka, sum skipið er kallað upp eftir.

Vit hava framvegis í dag undangongufólk bæði innan aling og aðrar vinnur. Tí, sum Churchill segði, at tað góða og ringa við kaptalismuni er, at tú kanst ongantíð leggja teg afturá og hvíla.

Vit hava tíðina við okkum í dag innan alingina. Vit, sum sita við ábyrgd í dag, kenna eisini hitan av hondum, ið sleptu. Lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta, at seta førningin av sær við vegin – sum eitt av okkara kendu skaldum yrkti.

Tað er ein stór ábyrgd hjá okkum sum sita við róðrið í dag, at taka rættar avgerðir. Vit kunnu ikki, sum Churchill segði, leggja okkum aftur á, ella sum Heðin Brú segði, seta førningin av við vegin. Menniskja er skapt til at arbeiða, og troyta náttúrutilfeingi. Latið okkum gera tað á skilagóðan hátt. Vit mugu seta kósini, so tað verður til gagns fyri bæði felagið og samfelagið sum heild.

Vit eru í eini altjóða kapping, og okkara grannalond liggja ikki á løtu síðuni, tá tað ræður um at seta kappingarførar karmar fyri vinnuna. Tað er sera týdningarmikið, at karmarnir um vinnuna eisini í framtíðini verða kappingarførir, so vit ikki bæði missa inntøkur og arbeiði út av landinum.

Fyri okkum øll sum eru her í dag: latið okkum vísa virðing fyri øllum teimum sum slóðaðu fyri og sum vit standa á herðunum á, og taka ábyrgd, hvør á sínum øki. Og ikki minst, latið okkum vísa virðing fyri okkara skapara. Eg ynski Harrans signing yvir skip og manning og øll sum eru her í dag, og mugu vit søkja ráð og skjól hjá Honum.