Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagarnir fáa í ár gestir av Akureyri í Íslandi

Føroya Sjómannadagur

HÚNI II, sum er 130 tons deksbátur, bygdur úr eik á skipasmiðjuni KEA á Akureyri árið 1963, hann var útgjørdur til fiskarí í 30 ár og legði hann uppá land hesi árini umleið 32.000 tons. Árið 1994 bleiv hann tikin úr skipaskrásetingini og var planurin at brenna hann á nýggjarsbálinum, men longu árið eftir var hann aftur í skipaskránni og er tað eitt áhugafelag  á Akureyri sum drívur bátin.

HÚNI ll  kemur til sjómannadagarnar, mikukvøldið 19 aug. Og leggur leiðina aftur til Íslands sunnukvøldið 23 aug.

Vit bjóða frændum okkara hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.


Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2015 finst HER

Harleyfacadeacryl