Ein av fyrrverandi undangongumonnunum í KRF, Fróði Waag, ber heilsu til kappróðrarfólkini í Norðoyggjum.
Á facebook hevur Fróði Waag, sum í fleiri ár var ein av undangongumonnunum í KRF m.a. tá felagið fekk nýggjar bátar í 2001 og 2002, sent eina heilsu til kappróðrarfólkini í Norðoyggjum. Við loyvi endurgeva vit her heilsanina:
Ja, so er enn eitt róðrarár farið aftur um. Ólavsøkan hevur enn einaferð sett punktum fyri einum spennandi róðrarári hjá okkum norðoyingum. Og eru vit nøgd? Eg kann bara svara fyri meg, og eg vænti at tey flestu taka undir við mær, – ja! Eg eri so ótrúliga væl nøgdur. Í ár eri eg nøgdur av nógvum orsøkum. Eg gleðist sjálvandi yvir at vit hava fingið FM hjá 10-mf norður aftur til Klaksvíkar. Men tað eru nøkur onnur serlig ting, ið gera at vit eiga at smílast serliga nógv í ár. Norðoyingar hava nemliga verið góðir, ikki bara í 10-mannaførum. Men í øllum støddum vit hava verið við í. Og tað boðar frá góðum.
Tað er eitt sindur ringt at fylgja við í smálutum, tá ið ein er so langt heiman frá. So sum hvør rør við teimun einstøku bátunum. Hvussu áraløgini síggja út, hvussu manningarnar eru fyri annars o.s.v.. Men ikki minni glaður og errin gjørdist eg, tá ið manningin á Teklu kláraði seg so væl í ár. Tað hevur verið ein sonn frægd at fylgt hesari manning. Sjálvt tá ið tað hevur gingið minni væl, hava teir klára at hála seg upp aftur. Og er tað nakað ið eykennir ein vinnara, so er tað viljin at halda á, tá ið mest á stendur. Eg gleði meg at síggja tykkum næsta ár.
Góðu tit gentur á Fípuni. Nú kenni eg ikki so nógv til tykkum, men eg skal líka lova fyri at eg havi hoppað og dansað, tá ið tit hava róð. Tit hava eisini víst okkum, at tit veruligani vildu nakað í ár. Og sjálvt um eitt hart og spennandi róðrarár eisini bjóðar uppá minni góðar løtur, so hava til hildið fast um tær góðu løturnar, og alla tíðina haft tær fyri stavn. Tit megnaðu eisini at hála nakrar flottar bronsukrónur heim, og gera okkum øll stolt.
Ein heilsan skal eisini ljóða til Rituna. Ja, eg skuldi kanska verið meiri lokalur, so fjarskotin. Men í sovorðnum døgum vilja vit øll eiga í. Tit ætlaðu tykkum nakað heilt annað í ár. Men hvat ger man, tá ið møguleikin dettur niðurfyri? Man finnur nýggjar! Soleiðis hugsa vinnarar. Gjøgnum vinir og kenningar kennir man seg eiga eitt sindur í, og tí eru vit allir norðoyingar so sera stoltir av avriki tykkara.
Manningin á Páll Fanga. Báturin hjá tykkum fer altíð at eiga eitt serligt pláss í hjarta mínum. Og tað er kanska ikki so undarligt. Eg róði við Páll Fanga á fyrsta sinni í 1993. Kunnu nokk siga at kappróðurin í Norðuroyggjum var í einum aldudali um tað mundið. Minnist meg rætt, vóru vit einir 15 dreingir knýttir at bátinum. So í so máta er einki nýtt við strategiini hjá Klaksvíkingi!!smile emoticonHon riggaði bara ikki so gott tá? Eg leyp upp í loft, tá ið tit vunnu á Norðoyastevnu. Eg var spentur uppá á Klaksvíking. Men tit bjargaðu okkum dagin. Eg minnist at eg segði við konuna, at nú var dagurin longu bjargaður. Sama um Klaksvíkingur vinnur ella ikki. So undarligt er við kenslum. Tit hava eisini verið ein frægd at fylgt. Og sjálvt um eg lítið og einki kenni til tykkum, so er nemt at síggja, at heldur ikki tit fella í fátt, tá ið tað gongst tykkum ímóti. Heldur hevur tað givið tykkum enn meiri styrki.
Eg dugi næstan ikki at skriva meiri um Klaksvíking. Var eitt sindur skeptiskur, tá ið báturin varð skiftur út. Men sæð í bakspeglinum kunnu vit fegnast. Inn ímillum skal okkurt serligt til fyri at halda eini so sigursvandari manning uppi. Men báturin ger onki sjálvur. Manningin á Klaksvíkingi er fyri mær at kalla legendarisk. Manningin ið tosað verður um í langt inn í framtíðina. “Hall of Fame” sigi eg bara. Góðu tit umborð á Klaksvíkingi; Tit hava, um nakar, víst, at tað ikki bert er í bátinum og úti í musklunum at vinnarin situr. Er høvdið ikki við tá ið á stendur, so dettur alt niðurfyri. Tað er so nógv lættari at leggja árarnar inn, og siga at vit ikki eru nóg góðir. Men við tykkum hevur altíð verið ørvísi. Tit vita jú, at vinna tit ikki, so skulu bara líka onkrar smár justeringar gerast, og so skulu vit bara fáa at síggja. Tit kenna jú dagsformin, og vita at tit eru góðir nokk. Og so koyrir man tað heim! Takk fyri allar teir so sera spennandi løturnar, og takk fyri at tit vísa hinum, hvussu umráðandi ikki bert tað likamliga er. Men so sanniligani eisini tað sálarliga.
Vit kunnu ikki siga annað enn at kappróðurin í Norðoyggjum hevur tað gott. Vit hava nakað ið líkist ynskidreymum. Vit hava í ár haft góðar manningar um alla linjuna. Og týdningurin av hesum kann illa lýsast við orðum. Yngra ættarliðið er jú framtíðin, meðan eldra ættarliðið leggjur lag á. Og vit eiga alt í tykkum!
Góðu tit manningar á Teklu, Fípuni Føgru, Rituni, Páll Fanga og Klaksvíkingi. Tit vóru allar sum ein við til at gera okkum til heiðurs. Tit høvdu allar upp- og niðurtúrar. Men tit endaðu allar á sigursskamlium. Hjartaliga tillukku hvør sum ein!
Góða nevnd í KRF, foreldur, stuðlar og viðhaldsfólk. Takk fyri eitt einastandandi gott kappingarár. Uttan tykkum hevði ongin kappróður verið. So einfalt er tað. Takk fyri at tit takað tykkum av tí fyrisitingarliga arbeiðinum. Takk fyri arbeiðið rundan um felagið og manningarnar. Og takk fyri at tit so trúliga stuðla manningum okkara á ferðum teirra runt um í Føroyum.
Eg haldi at eg fari bara so smátt at gleða meg at flyta heim…




