Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SF2015: Húsvognar streyma til Klaksvíkar

Danial Viðoy

Hóast illfýsið og vátt veður streyma húsvognar norður á stóra kampingøkið á Summar Festivalinum. Veðurforsøgn.

Hóast illfýsið og vátt veður streyma húsvognar norður á stóra kampingøkið á Summar Festivalinum. Veðurforsøgn.

Summar Festival vikan er byrjað. Og eins og undanfarin ár skunda húsvognar sær norður at tryggja sær bestu plássini á góða og tiltikna kampingøkinum á Vágni.

Omanfyristandandi mynd er tikin á middegi. Men síðani tá eru fleiri húsvognar komnir á økið.

Betri veður seinni í vikuni

Veðurforsøgnin lovar betri veður seinni í vikuni við minni vindi og turrari luft. Á in.fo lýsir Hallur av Rana veðrið væl og skrivar hann soleiðis:

Mikudag: Andøvsgul upp í ein strúk frá suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um kvøldið minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, og um náttina minkar til lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Mest támut og regn ella ælaveður. Hitin liggur millum 10 og 13 stig.

Hósdag: Lot til andøvsgul, mest frá vestri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Fyrst támut og í stundum regn, seinni lýsir tað í og turt. Hitin millum 8 og 12 stig.

Fríggjadag: Lot til andøvsgul frá útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Sindur av sól og mest turt, hitin millum 8 og 12 stig.