Steypafinalan í ár verður eftir øllum at døma merkt av nógvum politikki.
Ein av oddamonnunum hjá Tjóðveldi skal varpa dystin út og annars hevur fyritøkan, sum hevur keypt dystirnar boðað frá, at stórur partur av inntøkunum eftir ætlan kemur frá politiskum flokkum og valevnum.
Tað er Sosialurin, sum veit hesi tíðindini at siga. Sum støðan er nú, so verður valstríðið ført yvir á Tórsvøll tann 29. august, sum er seinasti leygardagurin áðrenn sjálvt løgtingsvalið. Magni Arge, fyrrverandi frásøgumaður og núverandi valevnið hjá Tjóðveldi, skal vera frásøgumaður og lagt er upp til, at politiskir flokkar keypa sær lýsingarpláss, meðan dysturin verður spældur, skrivar Sosialurin m.a.
FSF forsetin Christian Andreasen sigur, at avtalan var gjørd áðrenn løgtingsvalið var útskrivað. Steypafinalan hjá monnum er millum Víking og NSÍ, meðan KÍ og EB/Streymur/Skála møtast í kvinnufinaluni. Hesar báðar finalurnar vera vístar beinleiðis á Rás 1 á televarpinum.




