Fríggjadagin verður móttøka í býráðshøllini, har føroyameistararnir við Klaksvíkingi verða heiðraðir
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu og Jórun Høgnesen, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag halda bæði røðu, tá ið manningin á tíggjumannafarinum verður heiðrað.
Øll eru vælkomin til móttøkuna, sum verður í býráðshøllini fríggjadagin 7. august kl.16.




