Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Advokatur og blaðstjóri: Høgni Hoydal kann neyvan gerast løgmaður

John William Joensen

Formaðurin í Framsókn og formaðurin í Tjóðveldi løgdu fyri kortum fram misálit á løgmann sum teir skýra fyri lygnara. Blaðstjórin í Sosialinum er sannførdur um at Høgni Hoydal sum undirskrivaði misálitið er ikki egnaður sum løgmannskandidatur

Formaðurin í Framsókn og formaðurin í Tjóðveldi løgdu fyri kortum fram misálit á løgmann sum teir skýra fyri lygnara. Blaðstjórin í Sosialinum er sannførdur um at Høgni Hoydal sum undirskrivaði misálitið er ikki egnaður sum løgmannskandidatur

Talan er um eitt álvarsmál frá Fullveldislandstýrinum og ógvuligt kjak var í 2011 í Norðlýsinum har m.a. Bjørn á Heygum førdi fram at ákærurnar móti formanninum í Tjóðveldi vóru álvarsligar.

Tann 17. mars 2011 skrivar Norðlýsið:

Velur Høgni Hoydal ikki at svara ákærunum sum blaðstjórin á Sosialinum er komin við er ivasamt um Høgni Hoydal nakrantíð kann gerast løgmaður.
Orðini    eigur    Bjørn    á Heygum  advokatur,  sum m.a. var við til at gera stýrisskipanarlógina.

Í Norðlýsinum tann 8. Mars skrivar blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov soleiðis um formannin í Tjóðveldi:

– ……eftir stendur, at Tjóðveldisflokkurin bjar- gaði sær samgongusess við eini loddrættari lygn. Við at skíra okkum og okkara blaðfólk fyri lyg- narar bjargaði hann samgonguni. Við at turka eitt ófantaligt úttalilsi upp á eitt blað, bjargað hann samgonguni. Lygnin er eitt nógv  nýtt amboð  hjá summum politikarum. Politikarar,   sum   lúgva, eru  kroystir.  Tað  er  eitt vánaligt politikst amboð, tað er tekin um krampa- trekningar. Politikarar sum lúgva eiga ikki at vera politikarar….”

Málið sum blaðstjórin á Sosialinum sipar til er ein samrøða sum Sosialurin hevði við Tórbjørn Jaocbsen í november í 2000 har hesin skýrdi sitandi løgmann, Anfinn Kallsberg, at verða ein danskan leigusvein. Tjóðveldisflokk- urin sæt tá í samgongu við m.a. Fólkaflokkin.”

Høgni kann neyvan gerast løgmaður

Í samband við grein í Norðlýsinum um politisk ávirkan  á  fjølmiðlar  tók skriving seg upp ímillum blaðstjóran   á   Sosialinum og  formannin  í  Tjóðveldi. At ein so týðandi persó- nur    sum    blaðstjórin    á einum  av  størstu  miðlahú- sunum í landinum skuldsetur formannin í størsta poli- tiska  flokkinum  at  verða lygnara og at hesin ikki átti at verið politikari er álvar- samt  og  tí  bað  Norðlýsið um   eina   viðmerking   til útsøgnina    frá    Bjørn    á Heygum, sum m.a. var við til at smíðja stýrisskipanarlógina.”

Hann  svarar  soleiðis  í brævið til Norðlýsið:

– Høgni Hoydal kann heilt einfalt ikki liva við at verða skýrdur lygnari av landsins størsta blað. Hansara  trúvirði  stendur uppá  spæl,  og  fær  hann ikki onkusvegna afturvíst hesi álvarsligu ákæru kann tað blíva trupult at sita við veruligum álitis- størvum, og serstakliga at náa landsins hægsta starvi sum løgmaður. Velur hann ikki at svara, og ei heldur at gera nakað fyri mana hesar skuldsetingar í jørðina, kann hetta mil- lum manna fatast sum ein viðurkenning av sannleikanum í skuldsetingunum. Tað kann sostatt blíva tru- pult framhaldandi at hava ein leiðandi leiklut í politikki  uppá  hesar  fyritreytirnar.

Sí viðheftu fílar