Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heri sá KÍ vinna

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í 6 ár sá Heri Signar Nolsøe sítt KÍ lið vinna ein dyst í bestu deildini. KÍ vann søguligan 2-0 sigur á HB á Summar Festivalinum í ár. Uttan iva besta úrslitið hjá klaksvíkingum á stevnu ella festivali í nógv ár. Men KÍ viðhaldsmaðurin Heri Signar Nolsøe var kanska eyka glaður eftir hendan dystin, tí tað er ikki á hvørjum degi, at hann sær KÍ vinna. 

– Eg eri lesandi í Danmark, men eg eri heima á hvørjum ári um summarið og hyggi eftir hvørjum dysti hjá KÍ, tá tað liggur fyri. Men eg havi ikki sæð KÍ vinna síðani í Sørvági á sumri í 2009, tá KÍ vann 3-1. Eg havi ikki tali, men eini 20-25 dystir mann eg hava sæð síðani uttan at tað hevur eydnast at vunnið. So hetta var nakað heilt serstakt og verður heilt vist eitt av stóru minnunum fyri Summar Festivalin 2015, sigur Heri Signar Nolsøe við Norðlýsið. 

Á myndini fegnast hann saman við KÍ málskjúttanum og toppskjúttanum hjá KÍ, Heðin Klakstein.