Teir tríggir víkinga leikararnir, Heðin Hansen, Hanus Jacobsen og Hans Jørgin Djurhuus hava longt sáttmálarnar við Víking í ávikavist tvey- og eitt ár.
Heimasíðan hjá Víkingi skrivar soleiðis:
Hóast ungan aldur, er Heðin Hansen blivin ein fastur táttur í byrjunar uppstillingini hjá Víkingi. Heðin er avgjørt ein av okkara framtíðar leikarum, og tað ganga ikki mong ár, so bankar hann á dyrnar hjá A-landsliðinum.
Hanus Jacobsen er ein av okkara royndasti leikarum í hópinum, og hann er somuleiðis ein av stinnastu bakkum í Føroyum. Við sínum ótrúliga vilja og orku er Hanus, umframt at vera ein tryggur bakkur, eisini ein støðug hóttan móti verjunum hjá mótstøðumonnum okkara. Tað er meira enn so, at Hanus hevur síðsta fótin á, tá ið Víkingur skorar.
Hans Jørgin Djurhuus, hevur valt at taka enn eitt ár í Víkingi. Í Hans Jørgini hevur Víkingur ein leikar, ið fer heilhjartaður inn til hvønn dyst, og tú ivast ongantíð í, at hann hevur givið seg 110 prosent, hvørja fer. Tað er ikki einans undir dysti, at hann gongur á odda við sínum dirvið og vinnara hugburði. Hann gevur seg somuleiðis fult og heilt til hvørja venjing. Hans Jørgin er, við sínum mongu royndum og ótrúliga stríðsvilja, ein leikari, ið okkara ungu leikarar kunnu læra nógv av.




