Hetta syngja Pipar og Salt í sanginum, »lat tey vita, at ólavsøka er«. Sangurin er, sum fleiri av teirra sangum, sera stuttligur, og var allarhelst aftursvar til okkurt kjak, ið var tá.
Men mangan hevur skemt ein ferðil av álvara, og er hesin sangur eisini eitt dømi um hetta.
Fólkatalið í Suðuroy er minkað við heili 1200 fólkum seinastu 30 árini niður á 4647 fólk.
Fleiri síggjá tó ein glotta við nýggja virkinum á Tvøroyri, men hvør sigur, at vinnan altíð fer at halda, sum Jóanis Nielsen vísti á í síni 1. maj dagsrøðu á Tvøroyri?
Sjúkrahúsið
Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi skal steingja eftir seinastu útmelding frá Heilsumálaráðnum. Harraboðini komu eftir, at sjúkrahússtjórin mátti geva skarvin yvir, tí hann ikki fekk nokk av peningi at seta neyðugu læknarnar at halda føðistovuna opna.
Hetta er at undrast yvir, tí sjúkrahúsið hevur havt somu játtan til læknastørvini (4 læknastørv) síðani 2000, meðan innleggingarnar eru øktar úr eini 800 upp í 1100 frá 2000 til 2011. Í sama tíðarskeiði (2000-2014) eru læknastørvini á Landssjúkrahúsinum vaksin/økt úr 50 upp í 67, og í Klaksvík er tað økt úr tveimum upp í 8,4 læknastørv. Á báðum støðum eru innleggingarnar óbroyttar.
Hví Suðuroyar Sjúkrahús er gloymt, kunnu vit bert undrast yvir, og hvar svarið skal finnast, veit nokk onkur annar, enn eg. Undarligt tó, tí tað er ikki nakað fast samband millum Suðuroynna og meginlandið.
Sambandið við meginlandið
Smyril er einasta vanliga leið til meginlandið og er túratalið eisini lækkað, og sum so ofta tíanverri vegna sparingar. Havi sjálvur ferðast hendan teinin nú í gott ár tilsamans, men eri eg ikki tann rætti at meta um tørvin. Tó er heilt greitt, at vit mugu lurta eftir suðuroyingum, í mun til hvussu túratalið skal vera. Tað broytta kann (nokk) ikki verða verandi, tí sparingin er gjørd, uttan at suðuroyingar eru eftirspurdir.
Til dømis er tað ikki møguligt hjá ferðavinnuni at bjóða dagtúrar til Suðuroyar gerandisdagar, tí tað eru einans tveir túrar dagliga. Og fyri sjúklingar og øll onnur kann tað mangan vera strævið at fara til Tórshavnar, tí fólk eru bundin í Tórshavn heilar dagar.
Hvalbiartunnilin
Hví Viðareiðistunnilin verður gjørdur áðrenn Hvalbiartunnilin, kunnu vit eisini undrast yvir, tí teir kosta júst tað sama. Hvalbiartunnilin er elsti tunnilin í landinum, førir til tvær bygdir, eini 800 fólk og eitt flakavirki. Til samanberingar búgva tað eini 400 fólk á Viðareiði, og har er einki flakavirki.
Undarlig raðfesting, má sigast.
Sum løgtingsvalevni vil eg virka fyri at varðveita og veita neyðugu uppraðfestingina til Suðuroyar sjúkrahús. Sjúkrahúsið er tryggleikin fyri suðuroyingar, um eitthvørt uppstendur, og tað ger tað. Tì ikki ber til bara soleiðis at fara til Tórshavnar. Tyrlan verður jú bert brúkt í sera akuttum tilburðum, og ikki eru veðurlíkindini altíð til vildar.
Sambandið til meginlandið, altso Smyril, má vera á einum hóskandi støði, og ikki vera offur fyri skilaleysum sparingum.
Og Hvalbiartunnilin hevur nú altso bíðað óneyðuga leingi.
Teitur Vágadal
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin




