Í sambandi við Ung í Arbeiði, sum hevur verið í seks vikur, hava fleiri ung eisini arbeitt í býráðsumsitingini.
Í sambandi við Ung í Arbeiði, sum hevur verið í seks vikur, hava fleiri ung eisini arbeitt í býráðsumsitingini.
Síðsti dagur við hesi skipan var í dag, og tí takkaði Oddvør Josephsen fyri seg í dag. Eisini hava Karla Hansen, Katrin Bertholdsen, Lovisa M. Richardsdóttir, Masa Kallsberg og Martha Josephsen verið við í skipanini. Tær hava verið til arbeiðis í tvær vikur hvør – og allar hava tær verið raskar og ágrýtnar.
Tær hava fyri tað mesta gingið til handa í køkinum saman við Bjarmu Vágsheyg, har tær hava gjørt mat, keypt inn, vaskað og gjørt annað fyrifallandi.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri nýtti høvið at heilsa uppá Oddvør, takka henni og hinum fyri tíðina við ynskinum um eitt gott og spennandi skúlaár, sum byrjar mánadagin Á Skúlatrøð.




