Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikari small um í Klaksvík

Jákup Ósá

Tað var dramatiskt, tá ein leikari undir U16 dysti í Klaksvík small um og eina løtu lá uttan vit.

Tað var dramatiskt, tá ein leikari undir U16 dysti í Klaksvík small um og eina løtu lá uttan vit. Hjálpin var skjót og góð og lív fekst seinni í dreingin aftur. Støðan er støðug hjá dronginum í løtuni.

Seinnapartin var dystur hjá U16 millum KÍ og 07Vestur. Men dysturin endaði við dramatikki, tá ein leikari hjá 07Vestur small um í seinna hálvleiki og fekk hjartasteðg. Men hjálpin var skjót og bæði fyrstahjálp og síðani løgregla og sjúkrabilur gjørdu, at lív kom í drongin aftur.

Fantastisk hjálp fekk lív í drongin aftur

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at støðan hjá dronginum í løtuni er støðug. Hann er fluttur á landssjúkrahúsið. Tað var eitt fantastiskt arbeiði, sum bleiv gjørt á vøllinum í dag, sigur Tummas.

– Tá ein so óvæntað støða uppstendur, so er tað fantastiskt, at hjálpin er so skjót og góð. Bæði tey sum vóru á vøllinum, tá hetta hendi, venjarin hjá 07Vestur, sum gav hjartamassagu, og síðani m.a. lívbjargari í Svimjuhøllini, sum liggur beint við vøllin, við útgerð spældu ein stóran leiklut á staðnum. Og síðani gjørdi løgregla og fólkini frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi eitt fantastiskt arbeiði við skjótari og góðari hjálp. Aftaná samlaðu vit leikararnar á báðum liðum í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag. Leikarar og onnur sum vóru til staðar fingu eisini sálarliga hjálp frá sálarfrøðingum. Leikararnir hjá 07Vestur fóru síðani vestur aftur og hava tað eftir umstøðunum gott. Men ein stór tøkk skal sendast frá Klaksvíkar Ítróttarfelag til øll, sum góvu ein hjálpandi hond, tá hendan dramatiska støðan uppstóð, sigur Tummas Lervig. Hann heldur, at tá hetta skuldi henda, so var kanska heppið, at tað hendi júst á vøllinum í Klaksvík, tí har var øll neyðug hjálp at fáa innan stutta tíð.

Hann leggur afturat, at tankarnir hjá KÍ leita til leikaran, familjuna og 07Vestur við vón um, at leikarin kemur væl fyri seg aftur.

Harleyfacadeacryl