»Slow-ferðavinna« er altjóða heiti, sum merkir, at ferðafólkið tekur sær stundir at kanna ferðamálið og mentanina har gjølla.
»Slow-ferðavinna« er altjóða heiti, sum merkir, at ferðafólkið tekur sær stundir at kanna ferðamálið og mentanina har gjølla.
Í Føroyum skulu vit leggja okkum eftir hesum ferðafólkunum, og tí skal tað ikki vera talið á ferðafólkum, sum er avgerandi, men heldur hvussu nógv tey leggja eftir seg. Neiligu sporini eftir ferðafólkunum mugu vera so fá sum gjørligt, og bygdarfólkið skal ikki órógvast ov nógv.
Fyri at røkka slow-ferðafólkum má tænasta og góðska vera í hásæti.
Vit í Javnaðarflokkinum vilja geva ferðavinnuni røttu karmarnar, so hon kann virka skilabest fyri at fáa eina burðardygga ferðavinnu, sum gevur avkast – eisini úti um landið.
Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins
Fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com




