Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bók frá forlagnum “Leirkerið”

Tíðindaskriv

Forlagið “Leirkerið” í Gøtu hevur júst givið út bókina “Rutt”. Hon er ein bíbilsk skaldsøga um Rutt, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar. Bókin er skrivað út frá søguni um móabittkvinnuna, Rutt, sum vit lesa um í bíbliuni. Ein bók við fýra kapitlum í gamla testamenti ber navn hennara.

Á baksíðuni av bókini, sum nú er útkomin, stendur: Ruth er ein hugtakandi frásøgn um kærleikan og trúfestið hjá eini kvinnu, sum livdi í eini myrkari tíð í Ísrael. Í heimlandi sínum hevði Rutt verið gift við Malon, elsta syni einkjuna No’omi, sum var ættað úr Betlehem í Ísrael. Báðir synir No’omi doyðu barnleysir. Hon gjørdi av at fara heim aftur til land sítt. Verdóttirin, Rutt, vildi sleppa heim við henni til Ísraels og segði: “Fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín.”

Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon er fødd í 1947 og hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar. Hon hevur, sum nevnt, skrivað bøkur um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar. Tær eru umframt Rutt Tamar, Rahab Batseba og Maria. Tamar kom út á føroyskum í 2013 og Rahab í 2014. Francine Rivers dugir ómetaliga væl at liva seg inní og at lýsa bæði persónar og umstøður.

Páll á Lakjuni hevur týtt bókina til føroyskt. Hon er at fáa í bókabúðunum ella á forlagnum “Leirkerinum” í Gøtu (tlf. 441093).

Bókin er prentað á Føroyaprenti og kostar 200 kr í bókabúðunum.