Í vikuni hava tveir politiskir fundir verið í Klaksvík. Fyrst týskvøldið í Badmintonhøllini og so mikukvøldið í Skúlanum á Skúlatrøð. Felags fyri báðar var, at áhoyrararnir sluppu at spyrja spurningar til fólkini í panelinum. Men tað sum hendi báðar ferðir – og tað er ikki nakað nýtt – var, at nærum bara valevnir bóðu um orðið. Undirritaði tosaði við nógv fólk eftir fundin, sum ikki vóru uppstillað, og hesi vóru á einum máli um, at tað skuldi verið sett forboð fyri, at valevnir seta spurningar. Hetta verður misbrúkt, tí valevnini brúka hetta høvið til at koma fram, og helst eru onkrir spurningar avtalaðir frammanundan. Og tað forðar vanliga áhoyraranum at taka orðið og av tí sama missa fundirnir nógv av tí, sum annars átti at sett sín góða dám á fundirnar.




