Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7. ferð at KÍ ikki megnar at halda eina leiðslu

Jákup Ósá

Einki annað lið í Effodeildini hevur so ofta verið á odda í einum dysti uttan at vinna dystin sum KÍ.

KÍ var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki móti TB sunnudagin og var eisini á odda 1-0. Men í seinna hálvleiki reisti TB seg og hóast heimaliðið hevði trupult við at skapa mál møguleikar, so var tað ikki so óvæntað, at TB fekk mál, tí bólturin hevði verið á KÍ hálvuni meginpartin av seinna hálvleiki.

At KÍ ikki megnar at halda eina leiðslu er ikki ókent fyribrigdi í ár. Tí í miðal er tað hent 3. hvønn dyst, at KÍ hevur havt eina leiðslu, men ikki vunnið dystin. Einki annað lið hevur so ofta havt eina leiðslu uttan at vunnið dystin. KÍ hevur vunnið 8 dystir og tað merkir, at í 15 av teimum 21 dystunum í ár hevur KÍ verið frammanfyri uppá okkurt tíðspunkt í dystinum.

Talva yvir, hvussu ofta eitt lið hevur verið frammanfyri í einum dysti uttan at hava vunnið dystin.

7 dystir: KÍ

6: ÍF

5: FC Suðuroy

4: Víkingur og NSÍ

3: EB/Streymur, AB, TB og B36

2: HB

Harleywoodpaint