Í eina tíð nú er 18 ára gamla Elinborg Pálsdóttir veruliga farin at gera um seg á føroyska tónleikapallinum. Hetta verður í dag, fríggjadagin 21. august, markerað við fyrstu EP útgávuni, ið ber heitið “Spor.” Somuleiðis verður høvi at hoyra Elinborg framføra løg av nýggju fløguni í TUTL handlinum á Káta Hornið kl. 16, har útgávan fæst til keyps.
Løgini hevur Høgni Lisberg framleitt, Jens L. Thomsen miksað og Jan Eliasson mastrað. Saman við Elinborg spæla Benjamin Petersen og Mikael Blak eisini á útgávuni. Húsan hevur Petur Hansen gjørt.




