Longu sunnudagin kunnu KÍ kvinnurnar staðfesta FM heitið 2015.
Undan dystinum eru KÍ kvinnurnar 13 stig frammanfyri EB/Streym/Skála. Tá so bara 5 dystir eru eftir at spæla, so kann KÍ longu sunnudagin tryggja sær FM heitið í 2015, har liðið enntá ongan venjara hevur havt.
KÍ spælir sunnudagin á heimavølli kl. 13.00 móti ÍF/Víkingi og vinnur KÍ, so hava KÍ kvinnurnar vunnið FM 2015. Tað er 16. FM heitið á rað.




