Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íverksetan – nakað serligt fyri C

Kristianna Winther Poulsen

Øll samfeløg hava tørv á nýhugsandi fólki. Á fólki, sum tora og duga at hugsa nýtt og at finna nýggjar loysnir í mun til kendar avbjóðingar.

Við íverksetan koma nýggjar vørur, tænastur og hugskot á marknaðin. Uttan skapandi hugskotini hjá íverksetum hevði heimurin, og Føroyar í heiminum, ikki verið so framkomin sum í dag. Hvørki í mun til mentan, vísindi ella tøkni.

Javnaðarflokkurin vil betra um karmarnar fyri íverksetarar og skapa bestu møguleikar fyri sosialari innovatión.

Bestu karmar fyri íverksetan

Fyri at skapa bestu karmar fyri íverksetan vil Javnaðarflokkurin arbeiða fyri at:

* Tað skal vera lættari at stovna egið virkið

* Tað skal verða ókeypis at stovna íverksetarafyritøku

* Vinnuframi skal hava betri umstøður at virka undir

* Allar nýggjar íverksetarafyritøkur skulu vera frítiknar fyri skatt í 2 ár

Fleiri íverksetar í Føroyum

Í Føroyum liggur talið av sjálvstøðugum vinnurekandi í samlaðu arbeiðsstyrkini niðarlaga í mun til onnur lond í Europa. Vit skulu arbeiða fyri at økja hetta talið. Tað skulu vit, tí fleiri sjálvstøðug merkja eisini fleiri arbeiðspláss, fleiri góð hugskot og øktan framburð í samfelagnum.

Talið á kvinnum, sum velja íverksetan sum yrkisleið, er sera lágt í Føroyum. Vit eiga tí at gera serlig átøk, sum eggja kvinnum at stovna egna fyritøku.

Passión og pengar

Íverksetan gevur fólki møguleikan at fáast við tað, sum tey vilja – at fylgja teirra áhugamálum. Umframt at hava týdning fyri einstøku íverksetararnar og teirra virksemi, spælir íverksetan eisini ein leiklut í landsbúskapinum.

Geva vit íverksetan og íverksetarum allarbestu umstøður at virka undir og at gera hesar loysnir til veruleika, flytir samfelagið seg frameftir heldur enn at standa í stað. Tí eru íverksetan og innovatión týdningarmikil, bæði fyri okkum sum einstaklingar og fyri samfelagið.

Íverksetan og innovatión eru neyðug fyri skapa menning og framdrátt og harvið at gera vinnulívið og búskapin fjølbroyttari.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 1. september