Ja, hvørki manslið ella kvinnulið nakrantíð, her ella aðrastaðni í heiminum hevur megnað at verið heimligur meistari í 16 ár á rað – Men tað hava kvinnurnar hjá KÍ megnað – hjartaliga tillukku við tí.
Um dystin ídag er stutt at siga, at KÍ var betra liðið allan dystin, hóast vit næstan skuldu til hálvleiks áðrenn fyrsta málið kom. Men í seinna hálvleiki kom ÍF rættuliga undir trýst og dysturin endaði við einum 6-0 sigri til KÍ.




