Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er 111 ára føðingardagsgávan til KÍ viðhaldsfólkini

Jákup Ósá

KÍ fyllir 111 ár í dag og sólin skínur oman og niðan í Klaksvík. KÍ ”feirar” dagin við ”manér”

KÍ fyllir 111 ár í dag og sólin skínur oman og niðan í Klaksvík. KÍ ”feirar” dagin við ”manér” og leingir sáttmálan við ein av bestu miðvallarleikarunum í Effodeildini í løtuni.

Í dag 24. august 2015 fyllir KÍ 111 ár. Og tað sást og merkist eisini, tí KÍ vann 16. FM heitið á rað í bestu kvinnudeildini í gjár eins og Effoliðið hjá KÍ vann tryggan og týðandi 2-0 sigur í Vági. Í dag skínur sólin í Klaksvík, og leiðslan hjá KÍ hevur eisini gjørt eitt ordiligt hál í dag, sum helst gleðir øll KÍ viðhaldsfólk.

Tí sáttmáli er í dag undirskrivaður við KÍ toppskjúttan Heðin Klakstein. Heðin Klakstein er tann miðvallarleikarin í Føroyum, sum hevur skorað flest mál í ár, hóast hann bara byrjaði inni einaferð í fyrstu 8 umførunum. Og við samanlagt 10 málum og 5 uppleggum í 1246 minuttum, so er Heðin Klakstein kanska mest effektivasti leikarin yvirhøvur í Føroyum, tá tað kemur til at skjóta ella leggja upp til mál. Sáttmálin við Heðin er galdandi fyri 2016.


Heðin Klakstein: Hagtøl samanlagt í 2015

Dystir: 18

Minuttir: 1246

Mál: 10

Upplegg: 5


Heðin Klakstein: Hagtøl fyri seinastu 11 umførini:

Dystir: 11

Mál: 8

Upplegg: 5

Útgreining av hagtølum seinastu 11 umførini:

12. umfar: KÍ-TB 1-0

Málskjútti: Heðin Klakstein

13. umfar: KÍ-FC Suðuroy 2-1

Upplegg(1): Heðin Klakstein

14. umfar: AB-KÍ 0-4

Málskjútti(1): Heðin Klakstein

15. umfar: KÍ-ÍF 0-0

16. umfar: B36-KÍ 2-1

Málskjútti: Heðin Klakstein

17. umfar: KÍ-NSÍ 3-3

Málskjútti(1): Heðin Klakstein

Upplegg (1): Heðin Klakstein

18. umfar: EB/Streymur-KÍ 4-4

Málskjútti(1): Heðin Klakstein

Upplegg (1): Heðin Klakstein

19. umfar: Víkingur-KÍ 1-1

Upplegg: Heðin Klakstein

20. umfar: KÍ-HB 2-0

Málskjútti(1): Heðin Klakstein

21. umfar: TB-KÍ 1-1

Málskjútti: Heðin Klakstein

22. umfar: FC Suðuroy-KÍ 0-2

Málskjútti(1): Heðin Klakstein

Upplegg(1): Heðin Klakstein

Seinastu 11 dystirnar er tað sostatt bara í dystinum á Norðoyastevnu, at Heðin hvørki skoraði ella legði upp til mál.