Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eingin orsøk at skerja dagatalið hjá útróðrarbátunum

Jákup Ósá

Odmar Niclasen og teir á Bragd gjørdu aftur ein góðan túr í dag.

Tað hevur verið sjáldsama góður fiskiskapur hjá útróðrabátinum Bragd seinastu vikurnar, tá hugsað verður um árstíðina. Fleiri túrar hava ligið yvir 100 pund uppá stampin av toski og hýsu.

Og aftur í dag lá væl fyri, tá Bragd var norðanfyri og setti 60 stampar. Bragd er á veg inn og skiparin metir veiðuna til yvir 8000 pund, har størsti parturin er toskur og hýsa.

– Vit eru ikki vanir so góðan fiskiskap um hesa árstíðina. Og so tosa nógv um, at skerja dagatalið enn meir hjá útróðrarbátunum. Tað síggi eg als onga orsøk til, nú pílurin peikar uppeftir, sigur Oddmar Niclasen úr telefonini. Hann væntaði, at Bragd verður í Klaksvík kl. 15.30.