Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minnist tú alarmerandi avrikslistan?

Kristina Háfoss

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk.

Listin yvir alarmerandi átøkini hjá hesi samgonguni – millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin – er langur. Millum mongu málini eru hesi.

Helst mest sambandssinnaði politikkur nakrantíð:

* Hækkað ríkisveitingina.

* Avtikið Landsbanka Føroya.

* Tømt Búskapargrunn Føroya.

Helst mest ósosiali politikkur nakrantíð:

* Søguliga stóra pensjónsskattahækking upp í 40% frá fyrstu krónu, hevur rakt láglønt serliga hart.

* Undirgravað framtíðar vælferðarsamfelagið við at brúka framtíðar pensjónsskatt í dag.

* Økt ójavnan munandi við at lata flatskattalætta upp í 7000 kr. um mánaðin til hálønt, men pensjónsskattarokning til láglønt.

Økt skuld við omanfyri 1 mia. kr. og brúkt 1 mia. av framtíðar pensjónsskattainntøkum:

* Undirgravað fíggjarliga haldførið hjá landskassanum.

* Økt landsins skuld við omanfyri 1 mia. kr.

* Brúkt 1 mia. kr. av framtíðar pensjónsskatti umvegis forskatting.

Undirgravað álitið á landsins leiðslu:

* CIP Skálafjarðatunnilsmálið, ið mundi kostað samfelagnum eina eyka milliardaútreiðslu.

* Avlurtingarpakkin partvíst settur í verk.

* Misálitsvekjandi framferð í sambandi við avtøku av Landsbankanum , forskattingina og flatskattalættan.

* Sagt ósatt fyri Løgtinginum – men onga avleiðing.

Manglandi nýskipanir:

* Ongin fiskivinnunýskipan.

* Ongin heilsunýskipan.

* Ongin skúlanýskipan.

* Ongin nýskipan av miðfyrisiting.

* Ongin pensjónsnýskipan – bert tvungin uppsparing og søguliga stór pensjónsskattahækking.

Latið okkum saman seta nýggja og savnandi kós

Tjóðveldi vil seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum, seta í verk mennandi nýskipanir og fremja ein politikk, ið er til fyrimuns fyri alt fólkið – bæði okkum sum her eru, okkara børn og komandi ættarlið. Les hvussu her: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=90

Latið okkum saman tryggja, at alarmerandi avrikslistin ikki gerst longri. Vel eina nýggja og savnandi kós fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum – og at endurreisa álitið á landsins leiðslu. Hetta ber til við tínum stuðli 1. september.

Kristina Háfoss

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi