Tá flatskatturin – íð øll nú lovprísa – var settur í gildið. Vistu øll, íð høvdu minstu hylling á skattaviðurskiftum – At skuldi nakar munandi skattalættið gevast til lág &miðal inntøkur.
So var neyðugt , at lækka kommunu skattin. Tað var tíverri ikki gjørt.
Úrslitið var, at í kommunu, íð hevur álikningar % 20. (útrokningarnar síggjast betri í viðheftu mynd)
Rindar inntøka 30.000 kr 0% kommunuskatt 0 % Landsskatt
“ “ 65.000 kr 10,75% kommunuskatt 0 % “ “
“ “ 100.000 kr 14 % “ “ 7 % “ “
“ “ 200.000 kr 17 % “ “ 13,5 % “ “
“ “ 300.000 kr 18 % “ “ 15,6 % “ “
Við núverandi skattalóg (skipan), gjalda hesir ca. 30 –34 túsund skattaborgarar, millum 210 – 240 milliónir kr meira í kommunuskatti enn landsskatti.
Tí er eyðsæð – skal hesin bólkur fáa nakran lætta ,íð munar. Mugu land og kommunur, í ein tættan konstruktivan dialog – um hvussu møguligt er, at fíggja hetta.
Í kommunulógini er álagt kommununum – ikki at taka meir inn í skatti – enn tær hava brúk fyri – til rakstur,íløgur & rentir og avdrøg.
Taka tær meira inn, eiga tær at bera borgarnum peningin aftur.
Sbr.framskrivingar fyri 2015, fara kommunurnar at fáa ca. 170 milliónir kr. meira inn 2015 – enn tað, tær mettu seg, at fara hava brúk fyri, við árslok 2014.
So um viljin er tilsteðar og samráðingar hegnið er gott – Átti møguleiki verið fyri – at lág &miðal inntøkur fingu ein lætta.
Vinarliga
Absalon í Buð