Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggjar orsøkir til, at Samhaldsfasti er loysnin

Kristoffur Gaardlykke

Javnaðarflokkurin hevur líka síðan 80’ini hildið, at Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er rættað loysnin, tá um pensónsskipanir ræður – og tað halda vit enn.

* Við eini samhaldsfastari pensjónsskipan kunnu vit tryggja øllum ein aldurdóm uttan stættamun. Tað er týdningarmikið, tí vit síggja, at gjógvin millum rík og fátøk bara veksur, samstundis sum vit gerast alsamt eldri.

* Tað er eingin vandi fyri, at grunnurin missir pengar av skeivum íløgum. Skipanin er nevniliga soleiðis háttað, at tey ungu gjalda inn og tey gomlu fáa út aftur – soleiðis er inngjald og útgjald altíð prístalsregulerað. Harumframt eru tað bæði lønmóttakarin og arbeiðsgevarin, ið gjalda inn, og soleiðis vilja vit hava, at tað skal vera.

* Tað besta við hesari skipanini er, at øll gjalda ein prosentpart av lønini inn, men fáa sama gjald út aftur.

Í politisku skipanini er stór mótstøða, men vit halda á, og tað fer eisini at eydnast okkum at gera Samhaldsfasta uppaftur betri. Tað verður til gagns fyri allar mið- og lágløntar føroyingar.

Kristoffur Gaardlykke

X við C