Í summar skrivar gjaldstovan í brævið til Vinnumálaráðið at eftir at nýggja leiðslan á Strandferðsluni hevur sett kanningar í verk er komið fram á at óreglusemi var í fíggjarstýringini hjá Strandferðsluni beinanvegin høvuðsdeildin fór at virka í Suðuroynni. Gjaldstovan hevur funnið fram til góðar 10 mió. kr. afturat, sum ikki vóru rapporteraðar til VMR og grannskoðanini av stovninum.
Í summar skrivar gjaldstovan í brævið til Vinnumálaráðið at eftir at nýggja leiðslan á Strandferðsluni hevur sett kanningar í verk er komið fram á at óreglusemi var í fíggjarstýringini hjá Strandferðsluni beinanvegin høvuðsdeildin fór at virka í Suðuroynni. Gjaldstovan hevur funnið fram til góðar 10 mió. kr. afturat, sum ikki vóru rapporteraðar til VMR og grannskoðanini av stovninum.
Nýggju upplýsingarnar eru frá 2007, 2008 og 2011. Úr skjølunum sum Norðlýsið hevur fingið innlit í hevur VMR sum yvirskipað eftirlit, grannskoðanin og gjaldstovan verið villeitt.
Talan er um heilar 9,8 mió. sum er farið aftur vid borðinum og óheimilað brúkt og sum VMR nú saman við gjaldstovuni nú má útreiðslu føra tí peningurin er brúktur í 2007-2008 og 2011. Sambært skjølunum er málið fyri kortum sent víðari til Landsgrannskoðanina.
Í frágreiðing frá kanning sum núverandi leiðsla saman við gjaldstovuni hava gjørt og sum er datera 4.juni í ár stendur at lesa…..
…. Staðfest varð, at saldurnar á trimum kontum (1-2) í egnari búskaparskipan vóru ikki rapporteraðar til Búskaparskipan landsins.
ein kreditorskuld á 5,45 mió.kr. í sambandi við dokking av Smyrli
ein negativ eginogn á 4,63 mió.kr., og ein gjaldførisskuld á 6 mió.kr., netto er talan um eina nettoskuld knappar 1,4 mió.kr….
——–
Í øðrum skjali stendur:
…. Komið varð eftir, at tríggjar fíggjarstøðukontur ikki vórðu rapporteraðar til Búskaparskipan landins, og at munur er millum fíggjarstøðutøl í egnari búskaparskipan og fíggjarstøðutølini í Búskaparskipan landsins.
Munurin stendst serliga av vantandi samsvari millum ársúrslit í egnari búskaparskipan og Búskaparskipan landsins: 3,2 mió. kr. í ár 2007 , 4,4 mió. kr. í 2008 og 1,0 mió. kr. í 2012. Harafturat var talan um, at SSL í 2012 og 2013 móttók umleið 1,2 mió.kr. í gjaldføri, sum – umvegis løgujáttanir stovnsins – av órøttum vórðu góðskrivaðar rakstri stovnsins. Eisini vóru smáar 150 t.kr. í 2008 góðskrivaðar rakstri stovnsins fyri ferðaútreiðslur í.s.v. ætlað skipakeyp.
Tá ið so stórir munir eru millum nýtslu í egnari búskaparskipan og hana, sum er rapporterað til Búskaparskipan landsins, er eyðsæð, at fíggjarstøðutølini ikki kunnu stemma.
Búskaparskipan landsins
Í Búskaparskipan landsins er skrásett ein áogn mótvegis SSL fyri gjaldføri upp á 4,54 mió.kr., sum stovnurin ikki hevur rapporterað seg at hava móttikið. Hetta hóast tølini eru skrásett á rættar kontur í egnari búskaparskipan.
Harafturat var ein skuld 5,4 mió.kr. í sambandi við dokking av Smyrli ikki skrásett í Búskaparskipan landsins við árslok 2013, men útgjaldið av hesi upphædd í fyrru hálvu av 2014 er rapporterað til Búskaparskipan landsins. Neyðugt er tí at skráseta eina skuld 5,4 mió.kr. í Búskaparskipan landsins.
Eftir ymsar rættingar av fíggjarstøðuni í egnari búskaparskipan er talan um umleið 9,9 mió.kr., sum fevna um rakstur, sum ikki er rapporteraður til Búskaparskipan landsins.
Javning millum búskaparskipanir
Neyðugt verður at útreiðsluføra 9,9 mió.kr. í Búskaparskipan landsins fyri at fáa tað at stemma ímillum fíggjarstøðurnar í báðum búskaparskipanunum. Útreiðsluføringin kann fara fram yvir útjavningarkontu landskassans ella umvegis raksturin hjá SSL í 2014….
…. skrivar nýggja leiðslan í brævið til VMR, tann 4. Juni 2015
…..Niðurstøða
Niðurstøðan er, at SSL nøkur av undanfarnu árum hava latið úr hondum ein ársroknskap við leiðslufrágreiðing, grannskoðanaráteking og –frágreiðing grunda á egna búskaparskipan, samstundis sum øðrvísi tøl frá SSL eru send til Búskaparskipan landsins.
Kanningarnar hjá SSL, Januar og FGJ hava staðfest, at samsvar er ikki ímillum uttanhýsis ársroknskapin og tølini, ið eru latin Búskaparskipan landsins, og allir kostnaðir eru sostatt ikki tiknir við í landskassaroknskapin.
Fyri at fáa roknskapirnar at stemma frameftir er neyðugt at gera rættingar soleiðis, at samsvar verður millum Búskaparskipan landsins og skipanina hjá SSL. Hesar rættingar verða gjørdar av Gjaldstovuni.
Hilmar Eliasen
Stjóri, SSL




