Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvstýriskósin- Frælsur felagskapur og samríkjalóg

Fróði Ó Olsen

Tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa loggávuvald á øllum økjum og úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.

– Vit skulu hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræðið kann einans røkkast við búskaparligum sjálvbjargni.

– Vit vilja hava samráðingar við Danmark um frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark.

– Vit vilja ein frælsan felagsskap millum tvey sjálvstøðug lond, har samráðingarúrslitið, ein samríkjalóg, skal leggjast til fólkaatkvøðu.

– Vit vilja ein sáttmála, sum skal tryggja, at føroyskir og danskir ríkisborgarar java somu rættindi og skyldur í londunum báðum.

– Vit vilja tryggja ein felagsskap saman við Danmark, har føroyingar ráða yvir egnum viðurskiftum.

– Vit vilja eftir greiðari ætlan yvirtaka øll málsøki í yvirtøkulógini, har útlendingamál eiga at vera fyrst í røðini.

Soleiðis røkka vit okkara sjálvstyri á ein hóvligan og tryggan hátt, har eingi óráð vera tikin.
Eftir hesum leistið veit føroya fólk, hvat ið atkvøðast skal um.

Vel Fólkaflokkin, tað er vegurin til eina skipaða loysing – ið ber til.

Og tú, kæri veljari, tú veitst at tá ið Fólkaflokkurin sigur tað, so meinar hann tað!

Fróði Ó Olsen, valevni Fólkafloksins.

Harleyfacadeacryl