Túrurin til avtoftaðu Skarðs bygd verður í morgin leygardagin 29.aug kl 16.
Vit møtast við nýggja býlingin í Kunoy, ganga niðan Lítladal, uppá Lítlafjall og uppum Skarði. Hetta er ein meðal tungur túrur, Skarði er knorslut, men vit geva okkum góða tíð. Vit hava so biðið Ziska koma eftir okkum á lendingini á Skarði um 8 – 9 tíðina og sigla okkum norð um Nakkin til Kunoyar. Djóni Kunoy verður guide.
Tilmelding er neyðug til hendan túrin, og hann kemur at kosta millum 100 og 150 kr alt eftir hvussu nógv vit verða.
So vit møtast kl 16 í Kunoy. Tilmelding á facebookbólki okkara ella tlf.267246.




