Hamferð, Týr, Eivør, Tróndur Patursson, Bárður Oskarsson, Teitur og fleiri onnur listafólk hava megnað at gjørt sítt navn galdandi uttanlands. Kanska ikki í milliónaklassanum, sum øll droyma um, men allíkavæl.
Eyðkent fyri tey øll er sjálvandi, at tey hava stríðst í mong ár fyri at liva dreymin um listina, meðan peningurin ikki hevur verið so nógvur.
Prátaði við listafólk, ið hevur roynt at livað av listini í einans 4 ár, og tá var viðkomandi endaður við einum undirskoti á 200 túsund krónur. So umstøðurnar hjá listafólkum kunnu vera torførar í Føroyum.
Skulu vit hava list?
Sjálvandi er ymiskt, hvussu stóran áhuga vit hava fyri list sum heild, men vit seta nokk ikki sama spurning við til dømis ítrótt.
List eigur at vera ein sjálvfylgja í okkara samfelagi, sum so nógv annað. Áhugamálini eru so mong, og ynskið hjá okkum øllum – eisini listafólkum – er at kunna liva av tí, vit brenna fyri. Mangan fáast tey við list, sjálvt um tey ikki kunnu liva av henni, tí tað er bara nakað sum má út.Tørvurin at úttrykkja seg er so stórur, at hann kann ikki krógvast burtur.
Loysnin
Hvussu kunnu vit so skapa betri umstøður fyri listafólk? Javnaðarflokkurin vil uppraðfesta Mentanargrunnin við 5 milliónum og skunda undir arbeiðið við einum Tjóðleikhúsi. Men hetta er sjálvandi ikki tað einasta, ið krevst fyri at bøta liviumstøðurnar hjá listafólki.
Eg kundi til dømis hugsað mær eitt Y-tal, sum er eitt virkistal til listafólk, ið uppfylla ávísar treytir. Tær kundu til dømis verið, at listafólkini eru limir í einum góðkendum yrkislistafelagi, gjalda limagjald og arbeiða við list burturav, kanska við í mesta lagið hálvtíðarstarvi við síðuna av.
Y-talið kundi so givið listafólkunum ein botnfrádrátt á eini 100 túsund krónur ella harum, alt eftir hvat er neyðugt fyri at fáa tað grundleggjandi at mala runt hjá teimum. Vit kunnu ikki krevja av teimum at liva av smápengum. Verður inntøkan hægri enn ásetti botnfrádrátturin, kemur sjálvandi ein skattur á.
Saman við listafólkunum mugu vit kanna neyvari, hvussu henda skipan skuldi verið sett saman.
Í løtuni hava vit eingi neyv tøl fyri listafólk og teirra inntøku, og eg tori at halda uppá, at Føroyar frammanundan fær lítlan skatt frá listavirksemi, ið er í Føroyum.
Við eini einfaldari skipan, ið er gjørd saman við listafólkum, kunnu vit ómakaleyst gera tað væl lættari hjá listafólkum at virka í Føroyum.
Hesum og øðrum batum vil eg virka fyri á Løgtingi.
Teitur Vágadal
, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin




