Vinnandi hugskotið í Startup International er nú ein verulig fyritøka.
Vinnandi hugskotið í Startup International er nú ein verulig fyritøka
Hjúnini Milicia og Zeljko Bogdanovic eiga og reka nýggju fyritøkuna TopShine í Klaksvík. Hetta hevur longi verið ein tanki og ein dreymur hjá teimum,og umvegis integratiónspolitikkin hjá Klaksvíkar Kommunu og StartupInternational, er dreymurin nú vorðin veruleiki.
Klaksvíkar býráð samtykti hin 30. apríl 2015 ein integratiónspolitik fyrikommununa, har eitt av lyklaorðunum er “Máttmenning”. Máttmenningin snýr seg umat geva tilflytarum neyðugu amboðini og møguleikarnar fyri sjálvi at takavirknan lut í samfelagnum, og hetta var grundarlagið undir StartupInternational, sum Klaksvíkar Kommuna saman við Íverksetarahúsinum skipaði fyrií mai mánaði.
– Nógvir tilflytarar koma til spentir til Føroya við nógvari orku. Men teyuppliva eisini ofta ein mentanarhvøkk, sum tekur dirvið og sjálvsálitið fráteimum, sigur David Im, sum er intergratiónssamskipari. Hann leggur afturat, atendamálið við Startup International er eitt nú at styrkja sjálvsálitið hjátilflytarunum og máttmenna tey til at taka virknan lut í føroyska samfelagnum.
Startup hevur givið møguleikar
Milicia og Zeljko áttu vinnandi hugskotið í kappingini, og tey vunnu tí 10.000krónur fyri Top Shine- virkisætlanina, sum dómarnarnir mettu vera einkla,nýtiliga og kostnaðareffektiva. Fyritøkan bjóðar reingerð av bilum, umframtvoksviðgerð, boning o.a.
Eigararnir eru fegnir um luttøkuna í Startup International: – Vit hava hugsaðum Top Shine longi, og Startup International gav okkum bæði møguleika fyri atskipa hugskotið til eina ætlan, umframt nógva nýggja og virðismikla vitan, sumvit annars høvdu verið fyriuttan, sigur Milicia.
Hugskotið til fyritøkuna komst upprunaliga av, at Milicia og Zeljko bæði havalagt til merkis, at nógvir skitnir bilar eru at síggja í Føroyum. Nú erhugskotið so ment til eina fyritøku, og tey bæði eru sera spent at byrjavirksemi – nú gleða vit okkum at fáa skitnu bilarnar av vegunum, siga tey bæðismílandi.




