Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnislig vitjan í Hirtshals

Norðlýsið

– fyrstu ferð á Malta

Sunnudagin 30. august verður ein forvitnislig vitjan á Malta í Hirtshals. Fyri fystu ferð kemur Óli á Grømma at vitja samkomuna á Malta, har hann kemur at tala á báðum møtunum sunnudagin 3. august. Onkuntíð hava menn borið upp á mál við Óla um eina vitjan í Hirtshals, men Óli og Judy, sum hava ein fullan kalendara, hava ikki havt stundir og møguleika at leggja Malta inn í skránna – men nú bar til!

Óli kemur at tala sunnumorgunin kl.11.00 og sunnukvøldið kl.18.00. Hann hevur búð í USA síðani 1965, tá hann og Páll Poulsen sum blaðungir gjørdu ferðalag til USA fyri at ganga á trúboðaraskúla hjá New Tribes Mission. Í septembur eru tað 50 ár síðani Óli fór til USA á fyrsta sinni, og øll hesi mongu árini hevur hann búð í USA, men hann er Klaksvíkingur í hjartanum – og hann heldur enn við KÍ!

Óli hevur virkað sum trúboðari innan New Tribes Mission í øll hesi 50 árini, og seinastu mongu árini hevur hann verið ein av teirra ovastu leiðarum. New Tribes Mission hevur í dag meira enn 3.000 trúboðarar, sum virka í støðum har evangeliið ikki enn er komið.

Óli og Judy eru á ferð til Týskalands, har hon skal møta ættarfólki sín um. Judy er ættað úr Týskalandi. Bæði foreldrini fluttu sum tannáringar til USA; pápin var 19 og mamman var 14, sum kom til USA í fylgi við foreldrum sínum. Óli og Judy giftust í 1968. Tey eiga tveir dreingir. Báðir eru giftir, og hava givið Judy og Óla 12 barnabørn.

Øll eru vælkomin at hoyra og heilsa upp á Óla og Judy sunnudagin á Malta ávíkavist kl.11.00 og kl.18.00. Ein nátturðabiti verður aftaná.