Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugleiðingar um hvussu fiskiloyvini eisini kundu veri umsitin.

Ragnar T. Hentze

Nú tá vit hava hoyrt allar flokkar hava viðgjørt hvussu fiskiloyvini skulu viðgerast, havi eg eitt spursmál og tað er : Hevur ongin hugsa um at seta fiskiloyvini til leigu?

Hetta hevði gjørt tað juridiskt nógv lættari fyri allar flokkar at einast um eina loysn tí:

Fyri tað fyrsta hevði hetta loyst spurningin um ognarrættin til loyvini. Loyvini fella aftur til landið 2018, tað vil siga at tá eigur landið loyvini. Í staðin fyri tá at fara og útluta loyvini aftur, kann landið í staðin leiga tey út. Hetta hevði so mana allan pástand í jørðina um, at loyvir vera útlutað til reiðarar ella skipaeigarar fyri onki. Tí leigar tú nakað, so skal tú gjalda fyri leiguna. Hvussu nógv, er so ein forhandlingsspurningur, sum kann liggja millum 1 kr og ???. Men eftir mínum tykki als ikki ov høgt,og tað velst eisini um hvat loyvi talan er um. Inntøkuna til landið fyri leigusáttmálan viðgera vit seinri í greinini.

At landið leigaði loyvini út hevði so eisini fyribyrgt, at loyvir vóru handlaði millum ymsar eigarar, sum vit hava hoyrt nógvar pástandir um, tí tá er bert ein eigari og tað er landið. Tú kann sum kunnugt ikki handla við nøkrum tú ikki eigur, men bert leigar.

Eg rokni við at reiðarar, sum eru seriøsir, leggja onki í um teir eiga ella leiga eitt fiskiloyvi, tað sum teir eru áhugaðir í, er at sleppa at fiska við skipum sínum.

Tað sum landið kann vinna inntøkur uppá er tá veiðan verður løgd uppá land. Her hevði verið hóskandi at fongurin verur lóggivin upp á land í Føroyum og ikki minst neyðugt, at hann verur seldur um eina uppboðssølu, tí nógv av núverandi skipum hoyra til nøkur virkir, sum eiga bæði skip og virki. Tað er ikki gott nokk, tí harvið kann tann sum eigur eitt skip, sum landar til eitt virki, sum hann sjálvur eigur, freistast til at áseta ein prís, sum hóvar honum. Við tað at tað í løtuni eru uppisjóvarskipini, sum í dag leggja størstu veiðuna upp á land, og standa seg best, so eru tað tey sum eru interisant í hesum viðfangi. Tá tey landa veiðu sína vil eg meta, at tey næstan ongar landingaútreiðslur hava tí tey pumpa veiðuna sjálvi í land og ongin rørir fiskin fyrr enn hann er komin inn á virkið. Her kundi landið so lagt eitt gjald á pr. kg. ella tons. Hetta fyri at umgangast at skipaeigarar skulu gjalda eina rúgvu av peningi áðrenn fari verður at veiða. Tað er sum kunnugt lítið umhildið, at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin. Men er hon skotin tá kann mann handla um skinnið. Tað eru nógvir mátar at handla uppá, men tað sum er alneyðugt, er ikki at taka so nógv frá tí sum loyvið hevur leigað, at hann ikki hórar undan, tí drepur tú gullhønuna, so eru sjálvsagt ongi gullegg at finna í reiðrinum aftaná.

Taka vit td. ein útróðrarbát, sum leggur veiðu sína uppá land, so skal hann gjøgnum eina móttøku uppi á landi og har sleppur hann ikki nógv undir 2 kr. í útreiðslum pr. kg. Fiskamarknaðurin sjálvur kostar ikki nógv, haldi tað liggur um 50 oyru pr kg.

Hvussu mann leigar út eru nógvir møguleikar, men rímiligt hevði verið at teir sum hava loyvini nú, sluppu at leiga, tey eina tí aftaná 2018. Fyri at hava nakað at halda seg til, so plagar mann at siga at eitt nýtt skip hevur 10 ára livitíð. Tað vil siga at í 10 ár roknar mann

við at kunna reka skipið uttan stórvegis trupuleikar, og so vítt eg veit plaga lánini uppá eitt skip eisini at liggja um leið 10 ár fyri eitt nýtt skip.Eldri skip hava so minni livitíð, og lánini eru heldur ikki yvir so mong ár, sum fyri eitt nýtt. Leigutíðin má tí vera so mikið long at skipaeigarin hevur møguleika at forsvara tað, sum hann hevur sett upp á spæl av peningi.

Verður skipið selt, fer av knóranum, reiðaríið heldur upp at virka, ella leigureglurnar, sum eiga at vera gjørdar millum leigara og útleigara, ikki yvirhildnar, so heldur leigusáttmálin sjálvandi uppat, og loyvið fellur sjálvsagt aftur til eigaran. Landið.

Fyri at taka saman um, so er allneyðugt ikki at taka ov nógvan pening inn frá skipum, áðrenn farið verður til fiskarí, og at landið eftir at hava inndrigið øll loyvini í 2018,ikki spælir sær av við tey aftur, ella lorkar sær tey av hondum á annan hátt.

Eitt uppskot kundi kanska verið, at mann hevur tann mátan sum oljuloyvir vera umsitin, fyri eyga, tá mann hyggur uppá hvussu fiskiloyvir vera umsitin.

Vóni at teir sum koma at stýra næstu 4 árini hugsa seg væl um, so teir ikki forkoma okkara sera góðu, røsku fiskimonnum og møguleika teirra at virka í landinum, undir so góðum og tryggum umstøðum, sum møguligt, landi og fólki at gagni.

Ragnar T. Hentze.