Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað liggur til vinstra beinið

John William Joensen

Tað var ein sannur stórsigur andstøðan vann á løgtingsvalinum gjárkvøldi tá samgongan misti meiriluta sín og sæt eftir við 14 tinglimum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gjørdust stóru sigursharrarnir á valinum við tilsamans 15 tinglimum og saman við Framsókn er andstøðan longu komin uppá 17 tinglimir og tí var vantandi at Aksel V. Jóhannesen so skjótt sum valúrslitið fyrilá fór at krevja at løgmaður legði frá sær.

Men ístaðin boðaði formaðurin í Javnaðarflokkinum frá at hann fór fyrst á fund í Javnaðarflokkinum at umrøða støðuna og síðani fór hann á fund við Tjóðveldi og Framsókn at kann møguleikarnar fyri at skipa eina samgongu.

Hetta gevur ábending um at Javnaðarflokkurin kanska framvegis dyrgir eftir eini heimastýris samgongu saman við Sambandsflokkinum. Tingbólkurin hjá Javnaðarbólkinum kemur saman seinrapartin í dag og kl. 20 í kvøld hittast formennirnir í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrið at umrøða møguleikar fyri samstarvið.

Hóast valúrslitið liggur til vinstrabeinið so er ikki vist at Javnaðarflokkurin er klárur at skipa samgongu við tveimum fullveldisflokkum og Sjálvstýrinum.

Væntandi fáa vit eina ábending longu í kvøld.