Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tom belgiarin er nú landsliðsvenjari hjá Adebayor og teimum í Togo

Jákup Ósá

Hann royndarvandi við KÍ og var seinni venjari hjá B71. Nú er belgiski Tom Saintfiet landsliðsvenjari hjá Togo, har m.a. Emmanuel Adebayor spælir við.

Hann royndarvandi við KÍ og var seinni venjari hjá B71. Nú er belgiski Tom Saintfiet landsliðsvenjari hjá Togo, har m.a. Emmanuel Adebayor spælir við.

Í Klaksvík er hann bara kendur sum ”Tom belgiarin”. Hann royndarvandi í síni tíð í KÍ, har hann tó ikki fekk sáttmála. Seinni bleiv hann venjari hjá B71, har hann var í 2002 og 2003. Men síðani hevur hann havt nógvar ymiskar venjarauppgávur og eisini hevur hann fleiri ferðir verið landsliðsvenjari hjá m.a. Namibia, Zimbabwe, Ethiopia, Yemen og Malawi.

Fyrr í ár bleiv tann nú 42 ára gamli Tom Saintfiet settur sum landsliðsvenjari hjá Togo, har m.a. Emmanuel Adebayor spælir við. Togo var í HM endaspælinum í 2006.