Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norskir sendiharrin i Danmark á vitjan

Tekst og Mynd: Dávur Winther

Petur Even Djurhuus, norskur generalkonsul í Føroyum heitti á mentanardeildina hjá Klaksvíkar kommunu í vikuskiftinum um til bar at síggja Christianskirkjuna. Hetta var í sambandi við, at norskir konslar í Danmark vóru á vitjan í Føroyum saman við Ingvard Havnen, norska sendiharranum í Keypmannahavn.

Í ferðalagnum vóru 24 fólk og av teimum 11 konslar.

Alex Sólstein greiddi hugtakandi frá um altartalvuna í Christianskirkjuni, bátin og byggingina av kirkjuni. Og sum altíð endaði hann frásøgn sína við at syngja fyrsta ørindi av “Nú leiti eg til tína náði”.

Síðani greiddi Edward Fuglø frá listaverki sínum í kirkjukjallaranum, Jesus úr Nasaret, sum hvørja ferð er serstakliga áhugaverd. Dávur Winther greiddi frá, at undur krígnum vóru um 100 norskir fóttar í Klaksvík,og at eftir teir eru enn norsk eftirnøvn her. Sonja, drotning úr Noregi hevur vitjað her einaferð, og var so hugtikin av listaverkinum hjá Edward, Jesus úr Nasaret, at hon bað um loyvi at sleppa at avmynda tey, sum hon so gjørdi við egna myndatóli sínum.

Harleyfacadeacryl