”Búskapurin er vaksin seinastu árini, ríkir møguleikar eru fyri framburði, og fólkatalið er vaksið. Tó staðfesta vit, at virðini eru savnað á alsamt færri hondum, ójavnin er vaksin, skuldin er økt, aldurssamansetingin er framvegis ein avbjóðing, og búskaparliga haldførið er versnað.”

Setningarnir omanfyri eru úr døggfeska samgonguskjalinum. Leygarkvøldið á Fólkafundinum fara politisku leiðararnir úr samgongu og andstøðu at kjakast um fíggjar- & búskaparpolitikk, um lovaða skattalættan, um ætlanina at breiðka skattagrundarlagið og hvussu vit skapa ein haldføran og sjálvberandi búskap. Kjakið skal geva okkum eina ábending um, hvussu politisku flokkarnir ætla at gera tað liviligari í Føroyum.
Talan er um fyrsta formansumfar, síðani løgtingsvalið og samgongusamráðingarnar vendu politisku myndina á høvdið, soleiðis at samgonga gjørdist andstøða og andstøða samgonga.
Kjakið tekur støði í teimum ætlanum, sum nýggja samgongan hevur sett út í kortið í samgonguskjalinum.
Kjakfundurin verður á Fólkafundinum, sum í ár verður hildin í Høllini á Hálsi í Havn. Fundurin byrjar leygarkvøldið klokkan 18 og tekur hálvanannan tíma.
Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt
Fakta um Fólkafundin 2015:
Hvar & nær: Høllin á Hálsi í Havn, 18. & 19. september, báðar dagar frá kl. 11
Kostnaður: ókeypis atgongd til øll tiltøk
Luttakarar & skrá:www.folkafundurin.fo
Endamál: At stytta um fjarstøðuna millum mynduleikar, feløg, flokkar og fólkið.