Tað er greitt, at Høgni Madsen komandi ár ikki býr í Suðuroynni.
Tað er greitt, at Høgni Madsen komandi ár ikki býr í Suðuroynni.
Hann skifti heldur óvæntað til FC Suðuroy í ár. Har hava serliga hansara deyðbóltar verið effektivir, tí 10 ferðir hevur Høgni lagt upp til mál, har tey flestu uppleggini eru komin eftir væl tiknar deyðbóltar.
– Eg flytur norður aftur úr Suðuroynni nú, men eg veit ikki, hvar eg spæli næsta ár. So í løtuni eri eg opin fyri øllum, sigur Høgni Madsen við Norðlýsið.




