Tað má bera til at privat intiativ faa somu møguleikar at skapa miðlahús í Føroyum sum almenn starvsfólk. Tað má verða skeivt at almennu Føroyar bert stuðla einum húsarhaldi í føroyska miðla heiminum.
Tað má bera til at privat intiativ faa somu møguleikar at skapa miðlahús í Føroyum sum almenn starvsfólk. Tað má verða skeivt at almennu Føroyar bert stuðla einum húsarhaldi í føroyska miðla heiminum.
Stovnarin av fox news skal hava sitið í eina heila viku og hugt eftir cnn og staðfesti at hann keddi seg í hel. Síðani fór hann undir fox news sum seinastu mongu árini hevur havt fleiri hyggjarar enn CNN
Hugvekjandi: Tá Fox News byrjaði fyri 18 árum síðan segði stovnarin av Cnn at hann skuldi drepa Fox News eins lættliga sum man kroysti eina flugu , men tað eru longu fleiri ár síðan at Fox News fekk fleiri hyggjarar enn Cnn og enntá meðan sokallaði ”braking news” eru hevur fox news fleiri hyggjarar enn cnn. Serfrøðingar siga at hetta vísir hvussu týdningarmikið tað er at líkjast burtur úr og at hava eina kjarnu av hyggjarum/lesarum og her hevur Fox News sína styrki. Eg má siga sum er at eg hyggi ongantíð eftir Fox News – eri gamal cnn-ari men tað er ótrúligt at síggja og staðfesta at Fox News seinastu mongu árini hevur havt flestu hyggjararnar
http://www.mediaite.com/tv/2014-cable-news-ratings-cnn-beats-msnbc-in-primetime-demo-fox-still-1/
Uttan at fornerma nakran vil eg ikki mæla nøkrum til at sita eina heila viku og hyggja og lurta eftir KVF.
Tað má bera til at privat intiativ faa somu møguleikar at skapa miðlahús í Føroyum sum almenn starvsfólk. Tað má verða skeivt at almennu Føroyar bert stuðla einum húsarhaldi í føroyska miðla heiminum.
Haldi at vit í Føroyum veruliga treingja til eina liberalisering av almenna fastatakinum av miðlaheiminum eina nýhugsan. Tað kann ikki verð haldbart at allir føroyingar skulu rinda fyri at nøkur útvald fólk skulu fortelja føroyingum hvussu heimurin er samansettir og hvørjar spurningar politiska skipanin skal svara.
Føroyingar hava ein tíðindaleiðara sum er í almennum starvið og seinast hetta starvið var sett vóru tað starvsfólkini í KVF sum instillaðu samstundis sum starvið bleiv broytt frá áramálsett til potentiuelt lívsstarv – so langt røkkur núhugsan í Sortudýki.
KVF hevur somu støðu millum føroyingar sum týska kringvarpið hevði undir Joseph Gøbbels, sum er inn prentað at verða einsamallur demokratiskur flaggberi hjá føroysku tjóðini. ”At arbeiða á tíðindadeildini hjá KVF er fyri meg tað sama sum Tjóðarbygging” segði ein kendur sjournalistur í KVF.
Meira eg hugsi um hetta stendur ein útsøgn úr løgtinginum eisini fram, har sagt varð, at meira játtan til KVF tryggjar demokratiið og fólkaræðið í Føroyum??
Júst hesin inn prentaði hugburður føroyinga liggur sum ein tjúkk dýna yvir føroyska miðlaheimin.
Veit at vit á Norðlýsinum mangan hava verið rúkandi ósamd við tey á Miðlahúsinum, Dimmu o.s.fr. og hava givið Lindenskov og Hammer flongju, men hesi hava megnað hóast grótharða kapping frá tí almennu gedini í Sortudíki at givið føroyingum valmøguleikar. Vandi er fyri at hesi verða gloymd nú polittiska skipanin ætlar at fíggja gedina í Sortudýki yvir landsskattin og tryggja til verðina eins og talan var um eitt føroyskt kongshús.
Áhugaverd tøl fyri amerkonsku miðlahúsini sum eru stórar altjóða fyritøkur eru at síggja her




