Myndarøð: Klakkur legði at bryggju í Klaksvík fyrr í kvøld.
Fyrr í kvøld kom Klakkur aftur í góðveðrinum. Klakkur fór avstað 2. august og hevur roynt í Eystur-Grønlandi. Frystilínuskipið hevur fulla last, sum hesaferð er beint yvir 300 tons. Av tí eru áleið 200 tons av brosmu.




