Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í Oyggjaskorar eftir veðrum í morgun

Danial Viðoy

Viðareiði: Klokkan 07.00 í morgun fóru menn og kvinnur av Garði. Nú skulu veðrirnir takast í Oyggjaskorum.

Viðareiði: Klokkan 07.00 í morgun fóru menn og kvinnur av Garði. Nú skulu veðrirnir takast í Oyggjaskorum.

Í Oyggjaskorum ganga bjargaveðrir, sum vórðu sleptir í vár. Men nú eta teir sína seinastu máltíð og ganga síni seinastu spor, tí nú eru menn og kvinnur ávegis yvir eftir teimum aftur. Í kvøld verða teir allarflestu flettir, um alt gongst sum ætlað.

Oyggjaskor er skor norðantil á Viðoynni.

Hann hevur boðað frá góðum veðri í morgun og hetta skal eftir øllum at døma halda sær í allan dag. Lágætt er góð norðanfyri og vónandi heldur góða ættin sær.

Sum skilst, eru tey vælmannað í morgun við bæði kvinnum og monnnum. Seinastu árini eru kvinnurnar eisini slopnar upp í part. Hetta mann vera partur av moderniseringini av føroyska samfelagnum. Ella ein global bylgja, sum føroyingar heldur ikki sleppa undan.

Sigast skal tó, at kvinnurnar eisini eru raskar í bjørgunum.

Oyggjaskor hevur verið nevnt mangan á Norðlýsinum. Sí bert greinarnar niðanfyri:

HVAT GERA MENN IKKI FYRI EIN GÓÐAN KJØTBITA?

TEIR UNGU VERJA GAMLAN SIÐ

NÚ BÍÐA MENN SPENTIR TIL Í HEYST