Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvuðusstaðarpressan vildi ikki hava faktuellu søguna fram

John William Joensen

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, sum var undir hørðum trýsti frá miðlum, andstøðu og frá egnum partamonnum í samband við fíggjarviðurskiftini á Strandferðsluni er sera bersøgin umvegis Facebook, nú niðurstøða í kanningini av málinum fyriliggur: Spell at starvsmannanfelagið, KVF og høvuðstadarpressan ikki vil hava faktuellu støðuna i hesum málið lýsta frá ørðum enn ” sokallaða whistle blowaranum” . Tað burdi verið almennur áhugið fyri eisini at vita , hvat er hent i tidarskeidnum 2006-2008( 8,8 mill) og 2011 ( 1,1 mill) – har tilsamans Kr 9,8 mill i heimildarleysari meirnýtslu eru komnar undan kavið og ikki rapporteradar hvørki til vinnumálaráðið ella gjaldstovuna sum fungerar sum ” peningastovnur” fyri almennu stovnarnir.

Johan Dahl skrivar soleiðis:

Tær 8,8 mill kr eru nýttar áðrenn mitt skeið sum landsstýrismaður byrjaði skal sigast. Ikki fyrrenn tá SSL verður partur av BSL kemur hetta framm tá nýggja fíggjarleiðslan og Gjaldstovan fara at avstemmað konti -og finnað útav at hesar nevndu 9,8 mill eru óheimilað brúktar , ikki innrapporteraðar og er meginpartuin av hesum ( 8,8 ,ill kr) farin fram í tidarskeidnum 2006-2008.
Avgjørt bleiv eftir fund við Figgjarmálaráðið, Gjaldstovuna og leiðsluna á SSL og eftir samráð við landsgrannskoðarin , at takað hesa misnýtslu/meirnýtlsu 2006-2008 og 2011 við i 2014 rokniskapinum .
Tað er at bidja um innlit ella spyrja landsgrannskoðanina, so fjølmiðlarnir fáa at vita heldur enn gita , men tað sær út til at KVF og Miðlahúsið og Dimma vilja heldur hava uppgeilan og ,- sum birkiblogg kallar tað ” soapopera” enn djúpborandi seriøsan journalistikk.
Eg gjørdi greitt alment tá eg bleiv spurdur í dec 2013 ,at eg ikki hevði álit á tí sum kom úr hondunum á fyrrv. figgjarleiðaranum, og vísur tað seg eisini, at eg hevði alla orsøk til tess , tíverri.

Harleyfacadeacryl