Viðareiði: Í gjár vóru kvinnur og menn í Oyggjaskorum eftir veðrum. Veðrið var av tí allar fagrasta, og dagurin bleiv hareftir.
Viðareiði: Í gjár vóru kvinnur og menn í Oyggjaskorum eftir veðrum. Veðrið var av tí allar fagrasta, og dagurin bleiv hareftir.
Í Oyggjaskorum, sum er skor norðantil á Viðoynni, gingu 13 veðrir og í millum Dranga, sum er eitt lítið feitilendi á veg niður í Oyggjaskor, gingu 2 veðrir. – Allir vóru til, og allir komu gott til hús.
Fjallmanningin í gjár taldi 15. Av teimum vóru 2 kvinnur og 13 menn og unglingar. Tann elsti í gjár var 50 ár og tann yngsti 13. Annars er miðalaldurin lágur. Undirritaði hevur roknað leyst upp á miðalaldurin og úrslitið varð 25 ár. Tað fer eisini at passa væl.
LES EISINI: Í OYGGJASKORUM EFTIR VEÐRUM Í MORGUN
Tað var farið av Garði um 07-tíðina í gjáramorgunin og stutt eftir klokkan 17.00 vóru fólk og fæ aftur á Garði. – Jú, tað gekk fyrimyndarliga væl í gjár.
Dagurin bleiv alsamt betur, orsakað av góða veðrinum. Í gjár vóru føroysku undirklæðini ikki reiðiliga fyri neyðini. Sólin skein allan dagin og ættin bar so í bandi, at tað var stilt norðanfyri Viðoynna. Tað lívgaði løtuna.
MYNDIR:




