Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svart uppá hvítt, hvørjir eru allarbest

Heðin Mortensen, borgarstjóri

So segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann tók ímói B36 á Vaglinum í kvøld, har føroyameistararnir vórðu heiðraðir sum sannir meistarar.

So segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann tók ímói B36 á Vaglinum í kvøld, har føroyameistararnir vórðu heiðraðir sum sannir meistarar.

– B36 hevur í ár skrivað søgu við at vinna føroyameistaraheitið tvey ár á rað, tí eisini í fjør vóru tit meistarar, so her er eingin ivi um, hvør nú er á tindinum. Hetta er tykkara ellivta meistaraheiti, og tað er enntá vunnið so sannførandi, at heili trý umfør vóru eftir, tá gullið longu var fingið til høldar!

– Tit hava spælt flottan fótbólt í ár, verið kaldir og stabilir í avgerandi løtunum, og tit hava veruliga víst, at tit eru tað besta liðið av øllum! B36 er besta fótbóltssøgan, vit í høvuðsstaðnum kunnu fortelja frá árinum 2015, og vit kunnu bara staðfesta, at nú er Havnin altso Hvít!

– Tit eru okkara føroyameistarar og vit hava nú – sjálvandi – svart upp á hvítt, hvør er allarbest í Føroyum, segði borgarstjórin m.a.

Aftaná móttøkuna á Vaglinum var borgarstjórin vertur fyri einum døgverða í Múllers Pakkhúsi. Har rósti hann venjaranum og endurtók hvussu minniligt hetta bragdið var. Hetta er ellivta meistaraheitið í bestu mansdeildini upp ígjøgnum árini, men fyrstu ferð, at B36 er best tvey ár á rað.

– Burtur úr rúgvuni má eg nevna 1991, sum fleiri inni her minnast væl, tí tá var B36 eitt stig fremst eftir triðsíðsta umfar, men snávaði so í absolutta endaspurtinum. Í allarseinasta umfari fekk B36 bestu hjálp frá GÍ, ið tá var á veg fram og heima vann á KÍ, sum tí stóð til at missa meistaraheitið, klaksvíkingar annars høvdu í hondini.

– Men hvat? Í Havn endaði grannauppgerðin ímóti HB við javnleiki 1-1, sum merkti, at B36 bleiv nummar tvey – við sama stigatali sum KÍ, ið altso bleiv meistari allíkavæl. Slíkt eru súr og keðilig minni at hava, men eg nevni hetta av tveimum orsøkum, har onnur er, at vit ikki mugu gloyma, at tú ongantíð kemur til skorin klæði í fótbólti.

– Eitt, sum eisini er serliga stuttligt at leggja sær í geyma, um vit nevna 1997 sum eitt markamót ella ein krossveg, eru frálíku úrslitini hjá B36 síðani. Føroyameistaraheitið í ár er tað fimta, sum B36 hevur vunnið eftir 1997, og enntá hevur felagið vunnið steypakappingina tríggjar ferðir eisini hesi árini.

– Næsta ár skal B36 fyri fjúrtandu ferð umboða Føroyar í europeisku kappingunum, og tað verður fyri sættu ferð sum eitt meistaralið millum onnur meistaralið í Europa. Hetta fortelur okkum, at væl hevur hilnast hesi árini, síðani tað aftur bragdaði í 1997, og nú er løtan, har vit bara skulu njóta tað og fegnast um enn eitt meistaraheiti.

– Felagið og liðið eru á rættari kós, og høvuðsstaðurin fegnast stórliga um tykkara avrik, tí vit vita, at einki er so gott fyri Havnina sum sigrar og meistaraheiti, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a. í røðuni í Múllers Pakkhúsi.