Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum vóru ímillum luttakararnar á almenna fundinum um tunlarnar norður um fjall, sum varð hildin á Fossánesi í gjár.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum vóru ímillum luttakararnar á almenna fundinum um tunlarnar norður um fjall, sum varð hildin á Fossánesi í gjár.
Átroðkandi boðskapurin á fundinum var hin sami, sum hann hevur verið í mong ár: tunlarnir norður um fjall eru ikki tíðarhóskandi, og okkurt má gerast við teir sum skjótast.
– Tunlarnir eru út av lagi vánaligir, og vit í Klaksvíkar kommunu vilja sjálvandi taka lut í arbeiðnum fyri, at farleiðin norður um fjall verður trygg og tíðarhóskandi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hann leggur afturat, at infrakervið er berandi partur av samfelagsmenningini, og tí er avgerandi fyri menningina í norðoyggjum, at sambandið millum Klaksvík og bygdirnar norðanfyri batnar.
Umframt landsstýrismannin í samferðslumálum, borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu og Katrin Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu, tóku Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki og Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í norðoyggjum eisini orðið á fundinum.
Allir luttakarar vóru á einum máli um, at tunlarnir norður um fjall eiga at verða raðfestir og settir á skrá sum skjótast. Trýstið var størst á landsstýrismanninum, sum fleiri ferðir varð spurdur, hvør hansara ítøkiliga ætlan fyri tunlarnar er.
Ætlanin sigur 2024
Eftir landspolitiskari langtíðarætlan verður farið undir tunlarnar norður um fjall í 2021, soleiðis at teir verða klárir til nýtslu í 2024.
Landsstýrismaðurin segði á fundinum, at hann er klárur at taka av, um nakar møguleiki verður at framskunda tíðarætlanina, men hann fekst ikki at siga nakað meira ítøkiligt.
Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri bar fram á almenna fundinum á Fossánesi hin 6. oktober 2015:
Gott kvøld
og takk fyri, at eg varð boðin við á hendan fundin.
Eg eri glaður fyri at verða boðin við saman við øðrum borgarstjórum norðanfyri, tí hetta er eitt stórt felags áhugamál, sum vit tosa um i kvøld.
Vit hava øll áhuga í tunlunum norður um fjall, tí teir eru ein sentralur partur av
gerandisdegnum hjá nógvum okkara, sum búgva í norðoyggjum.
Hetta er eitt felags áhugamál, og ti hava vit eisini eina felags ábyrgd í hesum arbeiðnum.
Vit i størstu kommununi i norðoyggjum vilja sjálvandi vera við i teimum átøkunum, sum virka fyri betri farleið norður um fjall.
Hesin fundurin er eitt dømi um slíkt átak.
I andanum hava vit trygt og gott samband ímillum Klaksvík og restina av norðoyggjum.
Fleiri av bygdunum norðanfyri eru partur av Klaksvikar kommunu, og vit hava øll eitt gott og gevandi samstarv við hvønn annan.
Árnafjarðartunnilin er bindiliðið ímillum Klaksvík og Árnafjørð, sum er partur av Klaksvíkar kommunu.
Og Hvannasundstunnilin er bindiliðið ímillum Klaksvík og oyggjarnar Viðoy, Svínoy og Fugloy.
Síðani 2009 hevur Svínoy eisini verður ein partur av Klaksvíkar kommunu, so hetta styrkir eisini sambandið okkara millum.
Sum borgarstjóri havi eg seinastu trý árini havt gleði av at arbeiða saman við hinum borgarstjórunum, sum eru her í kvøld.
Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt allan vegin, og tað hevur verið stórt at uppliva, hvussu nógv kommunurnar í norðoyggjum kunnu útinna saman. Eg trúgvi, at samstarv er besta amboðið í hesum arbeiðnum.
Eitt amboð, sum vit skulu byggja víðari við, eisini tá ið tað kemur til hesa verkætlanina. Okkara partur skal so ikki liggja eftir. Vit vilja stríðast saman við tykkum.
Í áðni, tá eg koyrdi norður um fjall, varnaðist eg enn einaferð mínar egnu tankar um hendan koyritúrin igjøgnum tunlarnar.
Satt at siga hugsi eg nakað tað sama, hvørja ti einastu ferð, eg koyri norður um fjall: Hesum skulu tey liva við hvønn dag.
Tað er ongin ivi um, at tað er ørkymlandi, at eg skal gera mær hesar tankar, hvørja ferð eg koyri ígjøgnum tunlarnar.
Tað er heldur ongin ivi um, at tað eru nógv onnur við mær, sum hugsa akkurat tað sama, hvørja ferð tey koyra igjøgnum tunlarnar.
Og tað er so slett yvirhøvur ongin ivi um, at tað er alt ov vánaligt, at tunlarnir skulu vera í so ringum standi, at vit, sum ikki hava okkara dagligu farleið norður um fjall, skulu senda tykkum vinarliga tankar, tá ið vit ferðast norðureftir.
Tað er óhoyrt, at vit í 2015 skulu koyra igjøgnum tunlar, sum eru í so ringum standi, sum hesir báðir norður um fjall eru.
Í Klaksvík, og í øllum norðoyggjum sum heild, hava vit havt stóra gleði av Norðoyatunnlinum, síðani hann kom i 2006.
Hann er so mikið nýggjur, at vit enn væl minnast tíðina, tá ið Dúgvan var fasta farleiðin yvirum Leirviksfjørð. Vit taka hann ikki fyri givið.
Norðoyatunnilin hevur myndað eina stóra broyting fyri okkum norðanfjørðs.
Skjóta, fasta og trygga sambandið við meginøkið er komið okkum væl við, og vit hava samstundis megnað at ment norðoyggjar so nógv, at fleiri og fleiri velja at festa bugv í Klaksvíkar kommunu.
Vit búgva nú í einum fjølbroyttum samfelag við einum ríkum mentanarlívi og einum sterkum vinnulívi.
Heta samfelagið fevnir um okkum øll í norðoyggjum. Og slett Ikki bara Klaksvík.
Tað eru óteljandi dømi uppá folk, ið búgva norðaru megin, og samstundis arbeiða eystaru megin leirviksfjørð.
Hetta ber til, fyrst og fremst ti, at vit hava eina góða farleið igjøgnum tunnilin.
Og hetta er nettup ein fyrimunur i Føroyum:
Fjarstøðurnar eru relativt stuttar ímillum oyggjar, býir og bygdir.
Við góðum infrakervi kundu vit tí útloyst eitt stort potentiali. Um altso allar farleiðirnar vóru góðar og tíðarhóskandi.
Vit kunnu ímynda okkum ein sundamann. Hann er akademikari… lat okkum siga, at hann er løgfrøðingur.
Hann hevur eitt gott starv i Havn, har hann fær nógvar fakligar avbjóðingar. Hann útlivir fakliga dreymin og mennist sum løgfrøðingur.
Familjan og flestu vinfólkini búgva í Hvannasundi. Har ynskir løgfrøðingurin eisini at búgva. Eftir góðum vegi hevði tað verið ein góður tími at koyrt hvønn vegin. So hann setur búgv í Hvannasundi.
Hann er glaður. Hann hevur eitt gott starv við spennandi fakligum avbjóðingum, og hann hevur familju og vinfólk í nærumhvørvinum. Hvat meira kann hann ynskja sær?
Men hvønn morgun, tá ið sundamaðurin fer fra húsum, kann hann ikki vita seg vísan í, at túrurin til Havnar bert tekur hendan eina góða tíman.
Tað kemur meira enn einaferð fyri, at hann stendur longi í ferðslusteðgi í ella ímillum tunlarnar. Tann eini góði tímin verður ofta hálvurannar, og við hvørt til tveir.
At enda verður tað óberandi hjá sundamanninum at búgva í Hvannasundi og arbeiða í Havn. Og nu noyðist hann at velja. Skal hann velja fakligu avbjóðingina? Ella sosiala umhvørvið?
l ár 2015 átti tað ikki verið neyðugt hjá sundamanninum at valt.
Fjarstøðan ur Hvannasundi til Havnar er 86 kilometrar.
Hetta er ein av longru fjarstøðunum, tá ið vit tosa um koyring i Føroyum, men 86 kilometrar er ikki nógv.
Hetta er netupp ein fyrimunur við okkara landi. Farleiðirnar eru ikki so langar.
Tað eigur at bera til at fáa fakligu avbjóðingina í høvuðsstaðnum og samstundis búgva í heimbygdini, har sosiala nærumhvørvið er.
Sundamaðurin hevði kanska valt at búsett seg í Klaksvík í staðin fyri í Hvannasundi. Men eg vil ikki hava folkavøkstur i Klaksvik, um vøksturin kostar eina minking norðanfyri.
Í staðin ynski eg vøkstur fyri alt norðurøkið. Eg ynski, at norðoyggjar standa saman sum ein savnað eind.
Og eg ynski, at vit menna okkara samfelag saman.
Hetta er nemliga tað stóra potentialið, sum vit hava í Føroyum.
Fyri at hetta skal bera til, so má og skal infrakervið millum oyggjarnar og bygdirnar vera i lagi.
Lívið skal gerast upp ifleiri ymiskum virðum. Vit kunnu ikki gera alt upp i krónum og kilometrum.
Trygd kann til dømis ikki gerast upp i pengum – og tað er sjálvandi relevant i mun til tunlarnar.
Men vit skulu eisini hugsa um tilveruna sum nakað annað, enn bert arbeiði og pengar. Eg meini, at vit sum samfelag altíð skulu stremba eftir menning.
Og fyri at skapa menning er neyðugt við avbjóðingum og trivnaði. Vit skulu bjóða heiminum av, uttan at gloyma nærumhvørvið.
Tað hevur stórt mennandi virði at taka ímóti fakligum avbjóðingum. Og tað hevur eisini stort mennandi virði at hava familju og vinfólk rundanum seg.
Infrakervið hevur somuleiðis alstóran tydning fyri, um vit kunnu menna samfelagið.
Slagorðið hjá Landsverk: “Vit byggja land” er rættiliga beinrakið í fleiri mátar.
Arbeiðið sum liggur í infrakervinum gongur bókstaviliga út uppá at byggja land. Men samstundis byggir hetta eisini land í samfelagsligum týdningi.
Góða sambandið millum oyggjarnar er tí altavgerandi fyri menningina í samfelagnum. Hugaliga sambandið er longu gott imillum Klaksvik og bygdirnar norðanfyri. Men fysiska sambandið hevur nú latið bíða nóg leingi eftir sær.
Tíðin er langt síðani komin.




