Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: Føroyar-Rumenia

Jákup Ósá

Seinnapartin er seinasti undankappingardysturin í hesum umfari á skránni, tá Rumenia vitjar á Tórsvølli.

Føroyska landsliðið hevur strævnar dagar í hesum døgum. Bara trý døgn eftir dystin í Ungarn, so er aftur dystur móti enn einum landi, sum kappast um at sleppa til EM endaspælið. Bólkurin hjá Føroyum er ein, har fá mál koma. Rumenia hevur málúrtøkuna 8-2 fyri 9 dystir. Hinvegin hava Føroyar skorað í øllum heimadystunum uttan móti Ungarn. 

Hjá Føroyum hevur venjarin, Lars Olsen, sagt, at neyðugt er at gera fleiri broytingar, tá so tætt er millum dystirnar, tí somu 11 leikarar hava ikki orku til at avrikað optimalt. Atli Gregersen hevur leikbann, meðan Brandur H. Olsen og Hallur Hansson eru tøkir aftur eftir leikbann. Hinvegin er Fróði Benjaminsen skaddur og sleppur tí ikki at spæla sín seinasta dyst. Í hesi undankappingini hava Føroyar ongantíð tapt við fleiri enn tveimum málum, og tí bendur einki á nakað annað enn, at vit fáa ein spennandi dyst í kvøld, har føroysku miðvallarprofilarnir Hallur Hansson og Brandur H. Olsen helst kunnu gera, at føroyska liðið fær havt bóltin meir enn niðri í Ungarn.

Dysturin á einum útseldum Tórsvølli í kvøld byrjar kl. 17.00.