Kristin Vilhelmsen, skipari á Gudrun sigur, at tað hevur verið í lakara lagi í heyst, sjálvt um fiskiskapurin eftir havtasku hevur verið nógv betri enn í fjør.
Ídag hava vit avreitt 3000 pund, annars hevur fiskiskapurin ligið um gott eitt tons fyri tað mesta. Men tað sær eitt sindur betur út, við tað, at túrarnir í heyst samanborið við í fjør, roynast betur. Harafturat hoyra vit frá útróðrarbátunum, at teir fáa havtasku á línuni, og tað boðar helst frá at havtaskan nú eisini fæst nærri landi. Bátarnir hava annars seinnu árini næstan ikki fingið havtasku á línuni, segði Kristin Vilhelmsen, skipari á Gudrun.




