Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjey býlingar skula mynda miðbýin

Kristian Eli Zachariasen

Í nógv ár hava vit tosað um ein nýggjan miðbý í Klaksvík. Í inniverandi býráðssetu er sjøtul umsíðir settur undir nýggja miðbýin, og fyrsta byggistig er ávegis. Miðbýarætlanin er í síni heild ein sera spennandi verkætlan, sum fer at savna og menna Klaksvík sum bý.

Í nógv ár hava vit tosað um ein nýggjan miðbý í Klaksvík. Í inniverandi býráðssetu er sjøtul umsíðir settur undir nýggja miðbýin, og fyrsta byggistig er ávegis. Miðbýarætlanin er í síni heild ein sera spennandi verkætlan, sum fer at savna og menna Klaksvík sum bý.

Visjónin við nýggja miðbýnum er at skapa eitt livandi, fjølbroytt og dragandi øki, sum er innbjóðandi fyri øll at brúka alt árið. Tankin aftanfyri miðbýarætlanina er, at ein góður býarpartur skal hava fjølbroyttar nýtslumøguleikar, góðar heildarloysnir. Harafturat hevur verið miðað eftir at gera miðbýin so veðurgóðan sum gjørligt við at taka atlit til bæði ætt og sólargang. Heildarætlanin fyri nýggja miðbýin, sum sitandi býráð hevur samtykt, leggur upp til, at miðbýurin í Klaksvík í framtíðini verður skipaður í sjey býlingar.

Hvør býlingur verður karmur um sítt virksemi, men samstundis er ætlanin at skipa býlingarnar sum eina savnandi eind, og til tað skulu teir sjálvandi virka í samspæl við hvønn annan.

Torgið

Fyrsta byggistig í nýggja miðbýnum er Torgið, har íbúðir og hølir til handilsvirksemi verða klár til nýtslu um eini tvey ár. Torgið er soleiðis fyrsti av teimum sjey býlingunum í stóru miðbýarætlanini, og hetta økið er ætlað sum hjartað í nýggja miðbýnum.

Eftir ætlan verður Torgið eitt savningarstað, bæði fyri tey, sum búgva í økinum, men eisini sum miðbýartorg fyri øll. Tankin við Torginum er, at økið skal kunna virka sum savningarstað til ymisk tiltøk, og samstundis eisini vera dragandi til gerandisnýtslu.

Broytingar eru longu nú byrjaðar at síggjast við Torgið, har Kanjon í løtuni leggur fundamentini til bygningarnar. Bygningarnir fara at húsa 30 íbúðum og handilsvirksemi, tá ið teir standa lidnir.

Torgið er sum nevnt fyrsta byggistig í miðbýarætlanini, og tí eisini tann býlingurin, sum fyrst fer at standa liðugur. Ætlanin er tó skipað soleiðis, at Torgið fer at virka sum hjartað í miðbýnum longu beinavegin, tá ið tað verður tikið í nýtslu í 2017.

Mentanarbryggjan

Mentanarbryggjan er ætlað at vera heilt úti við sjóvarmálan og í tøttum sambandi við Torgið. Ætlanin við Mentanarbryggjuni er at savna mentanarligar bygningar og stovnar í einum maritimum umhvørvi, sum eisini letur sjógvin umboða ein stóran part av føroyska mentanararvinum.

Bryggjan letur upp fyri eini røð av møguleikum. Eitt nú ber til at hava sjósavn, bátasavn og mentanarhús heilt niðri við sjógvin, og Mentanarbryggjan hevur leiklut í miðbýnum sum eitt mentanarsavningarstað fyri øll í norðoyggjum og øllum Føroyum.

Kanalin

Klaksvík er ein býur, sum í stóran mun er skapaður við og av sjónum. Sjógvur hevur í allar dagar havt stóran týdning fyri býin, og ætlanin við kanalini er at bera ein part av sjónum heilt inn til miðbýarhjartað.

Kanalin gevur til dømis ymiskum frítíðarvirksemi, so sum kajakk rógving innivist beint við miðbýarhjartað, og trappur og pallar skulu gera tað lætt og hugaligt at seta seg niðri við sjógvin í kanalini. Hetta økið rúmar eisini nógvum møguleikum fyri kvøldar- og náttarlívi, og haðani er stutt niðan til Klaksvíksveg, har vit í dag finna fleiri handlar og skeinkistøð.

Nýggja bussstøðin

Sitandi býráð samtykti í fjør eina ókeypis bussleið, sum nú hevur virkað í eitt gott ár. Bussleiðin hevur fingið góða móttøku, og tí er ikki óhugsandi, at hon heldur fram í komandi tíðum. Afturat býarbussunum koyra bussarnir hjá strandferðsluni eisini dagliga ígjøgnum alla kommununa, og í ætlanini fyri nýggja miðbýin verður øll bussferðslan savnað í nýggju bussstøðini, sum tí verður ein savnandi almennur ferðslumiðdepil. Nýggja bussstøðin er ætlað at liggja um sama stað sum núverandi bussstøð við Sandin.

Seyrugøtan

Tað er ynskiligt, at miðbýarhjartað og tunga ferðslan verða hildin frá hvørjum øðrum, og til hetta endamálið er ætlanin at lata Seyrugøtuna binda býlingarnar saman. Ætlanin er, at tað skal vera koyrandi við heilt lágari ferð, soleiðis at tað eisini verður gangandi eftir gøtuni. Hetta fyribrigdið er ikki ókent í miðbýarøkjum, har bilar koyra heilt spakuliga á sokallaðum gongugøtum. Ferðslan á Seyrugøtuni skal eftir ætlan skipast soleiðis, at bilar, fótgangarar og fólk á súkklu, við koyristóli og barnavogni eru javnsett.


Seyrugøtan skal eftir ætlan vera ein rekreativ leið ígjøgnum býin og tey grønu økini. Við henni skal tað vera gangandi og trillandi ígjøgnum allan miðbýin og út í aðrar býarpartar.

Áin og Sandurin

Ósáin er ikonisk fyri Klaksvíkina, og í miðbýarætlanini verður arbeitt við at lata ánna upp, soleiðis at hon fer at renna ígjøgnum allan miðbýin. Ósáin rennur longu framvið skúlabygninginum, og hon fer eftir ætlan at renna út norðanfyri kappróðrarneystið, har ætlanin er at endurskapa sandin við nýggjum, reinum sandi.

Tankin við hesum er at geva atgongd til grønt, vatn og sand mitt í býnum, og hetta fer óivað at vera eitt rekreativt øki fyri allan býin. Ætlanin er eisini at gera fleiri brýr tvørturum Ósánna, soleiðis at gangandi verður ímillum býlingarnar.

Nýggja spillivatnsskipanin, sum kommunan arbeiðir við í løtuni fer harafturat at tryggja, at spillivatn ikki rennur út her.

Hetta økið fer eisini at tryggja lætta atgongd til gongu ímillum miðbýin og bátabrúgvarnar á eystara armi.

Vágsbøur

Grøna økið við Vágsbø hevur seinastu nógvu árini verið karmur um fantastiskar konsertupplivingar á Summarfestivalinum. Í nýggju miðbýarætlanini er Vágsbøur eisini eitt rekreativt grønt øki, sum umframt Vágsbø eisini fevnir um Akursmørk.

Hetta stóra økið er longu nú eitt stórt grønt frírúm, og eftir nýggju miðbýarætlanini skal hetta økið varðveitast sum eitt grønt og rekreativt øki. Møguleiki er fyri at nýta avlopsjørð frá útbyggingini av miðbýnum til at skapa eitt meira fjølbroytt lendi á økinum, soleiðis at hetta verður at kalla ein býarlund. Hetta kann skapa lívd og lítil uppihaldsrúm og samstundis gera økið meira áhugavert at ferðast og uppihalda seg í.

Nýggja gøtan undir skúlabygninginum við Ósánna verður soleiðis ein partur av grøna økinum. Gøtan er samstundis bindilið millum nýggja miðbýarøkið og stadionøkið. Hon leiðir eisini niðan í Gerðar, haðani gongugøta er allan vegin út í viðarlundina úti í Grøv.

Allir býlingarnir eru soleiðis innhugsaðir partar av heildarætlanini fyri miðbýin. Hetta fer óivað at vera við til at gera nýggja miðbýin í Klaksvík til eitt livandi og savnandi stað, har vit øll kunnu trívast alt samdøgrið og alt árið.

Torgið er fyrsta byggistig og er longu ávegis. Eftir ætlan verður Torgið klárt at taka í nýtslu um eini tvey ár.

Kristian Eli Zachariasen
Formaður Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin