Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnukvøld í Skálanum fríggjakvøldi 6. novembur

John William Joensen

Til frama fyri námsferð hjá 15p á Klaksvíkar HF-skeið.Nú verður tað her! Nemliga! Eitt kvinnukvøld fyri teg og tínar vinkur.Hetta verður tað nógv eftirspurda kvinnukvøldi.Her verður alt møguligt á skránni, bæði fyri eygu, oyru, nøs, munn, hendur og anlit.Alt tú kanst hugsa tær til eitt gott kvøld við bindiklubbanum!


Til frama fyri námsferð hjá 15p á Klaksvíkar HF-skeið.

Nú verður tað her! Nemliga! Eitt kvinnukvøld fyri teg og tínar vinkur.
Hetta verður tað nógv eftirspurda kvinnukvøldi.
Her verður alt møguligt á skránni, bæði fyri eygu, oyru, nøs, munn, hendur og anlit.
Alt tú kanst hugsa tær til eitt gott kvøld við bindiklubbanum!

Kaffe, te og køku søla.
– eisini hava vit barrsølu!

Lutaseðlasøla verður við flogferðaseðli frá Fonn Flog sum høvuðsvinning og prýði frá Floru sum vinning nummar tvey.

Bæði Avera Vælvera og Naomi.fo hava sølubás á staðnum.

Hjá Avera Vælveru er møguleiki at fáa mýking, lita og rætta brýr og lagt vakurt kvøldarsmyrsl! Eisini vera vørur til ymsu viðgerðirnar seldar á staðnum.

Naomi.fo kemur at hava ein pop-up handil, har møguleiki verður at síggja og keypa burturúr úrvali teirra.

Atgongumerkir á 200 kr. kunnu bíleggjast á telefon +298 250274.
BONUS! Við at vísa atgongumerki í Cheap og Avera Vælvera fært tú 20% í avsláttri av allari vøru/viðgerðum!

Stuðla hesum tiltaki hava:
Fonn Flog, Cheap, Vima, Naomi.fo, Flora, Norðoya Sparikassi, Salong Madonna, Jacqson, Fa. Lognbrá og Føroya Bjór.

18:30 Dyrnar og kafesøla lata upp
19:30 Søla av atgongumerkjum steðgar og vit bjóða vælkomin!
19:40 “Kvinna í millum kvinnur” v/Sigbritt við Neyst, sálarviðgerði
20:10 Makeover v/ Salong Madonna
20:40 steðgur
21:00 Mótasýning v/ Cheap
21:20 Mótasýning v/ Vima
22:00 Steðgur
22:30 “Heimurin hjá Andy” – hugleiðing v/Andras Sólstein
22:45 Jens Marni spælir
01:00 Barr- og kafesøla heldur uppat

Harleywoodpaint