Týskvøldið 20. oktober kl. 19:00 hevur tú møguleika at fáa eina smakkiroynd av Póllandi. Klaksvíkar kommuna bjóðar nevniliga til ókeypis tiltak á Klaksvíkar Bókasavni, har vit fara at hoyra frá póllendingum, sum búgva í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum.
Týskvøldið20. oktober kl. 19:00 hevur tú møguleika at fáa eina smakkiroynd av Póllandi.Klaksvíkar kommuna bjóðar nevniliga til ókeypis tiltak á Klaksvíkar Bókasavni,har vit fara at hoyra frá póllendingum, sum búgva í Klaksvík og aðrastaðni íFøroyum.
Á bókasavninumverða ymiskir klivar settir upp, soleiðis at tú kanst fara inn og tosa við einpóllending. Har kanst tú seta spurningar um ymisku síðurnar av Póllandi, so sumvanligan atburð, fólkaskikk, matmentan, arbeiðsmentan ella okkurt heilt annað,sum tú vilt vita meir um. Eisini verður list av Pólendskum listafólki sýndfram.
Pólska KingaEysturland, sum býr í Klaksvík fer at halda stuttan fyrilestur um Pólland og umlív sítt kl. 19.30 og kl. 20.30.
Øll eru vælkomintil tiltakið Uppliva Pólland, og undantikið fyrilestrarnar hjá Kingu er skráinikki fastløgd, so til ber at koma tá tað passar best. Vit bjóða kaffi, te ogokkurt pólskt afturvið 🙂
Litirnir reytt oghvítt, sum eru í uppslagnum eru frá pólska flagginum, hvíta skapið er skapið avPóllandi og ørnin er pólska skjaldrarmerki.
Meir um hettatiltakið á: https://www.facebook.com/events/340065856117729/
Vælkomin!
Samskipari: DavidIm
Toymisleiðari:Kinga Eysturland
Sniðgevi: TróndurEllingsgaard
Býarbókavørður:Annika Egholm




