Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum deildarleiðara, ið hevur førleika og áhuga at standa við leiðsluábyrgd samsvarandi samtíðini.
Høvuðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum eru m.a. at:
•Vera ovasti leiðari í Gøtubrá og bindilið millum leiðaran í Heimatænastuni og starvsfólk í Gøtubrá.
•Ráðgeva leiðaranum og vegleiða í spurningum innan eldraøkið.
•Hava ábyrgdina av at gera fíggjarætlanir fyri Gøtubrá og tryggja, at hesar verða hildnar gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring.
•Fremja skilagott samstarv og samskifti við leiðaran, starvsfólk, húsfólk og avvarðandi.
•Tryggja, at neyðugar avgerðir verða tiknar.
•Ganga á odda soleiðis, at Gøtugrá frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan Heimatænastuna.
Førleikakrøv:
Hevur tú útbúgving, og/ella hevur tú royndir sum leiðari og møguliga eina umsorganar- ella heilsufakliga útbúgving, so ert tú tann, vit fegin vilja fáa eina umsókn frá.
Vit ynskja at tú:
•Ert rúmlig/-ur og sjónlig/-ur í gerandis-degnum, og at tú hevur ein jaligan og savnandi hugburð, ið leggur dent á, at skapa góðan trivnað fyri starvsfólk.
•Hevur førleika at kveikja og menna starvsfólkini og virksemið sum heild. Tú smittar við tínum íblástri og dugir at seta í verk og at gjøgnumføra.
•Í samráð við starvsfólkini, skipar virksemið á deildini í tryggar og góðar mannagongdir, og at tú hevur hegni at samskipa og at geva starvsfólkunum ábyrgd.
•Hevur hjarta og tolsemi at stuðla húsfólkunum og avvarðandi teirra. Tú gongur á odda fyri at tryggja hús-fólkunum røkt og umsorgan. Og tú sært týdningin av, at skapa ein virknan gerandisdag, við eitt nú samveru, nærleika og virksemi.
•Hevur umsitingarligar førleikar, ert væl skipað/-ur og hevur lætt við at leggja teg eftir at brúka tøkniligar skipanir. Hevur munnligan og skrivligan málførleika umframt telduførleika og førleika at halda ásettan fíggjarkarm.
•Sært týdningin av at geva títt íkast til at menna førleikarnar hjá Heimatænastuni, millum annað í leiðslu- og visitatiónsbólkinum. Ert fyrikomandi, og hevur evni og vilja at samskifta við aðrar stovnar.
Hevur tú hesar førleikar, gleða vit okkum at fáa umsókn frá tær.
Setanar- og lønartreytir:
Tann, sum sett/-ur verður, hevur tilvísing til leiðaran, verður limur í leiðslu- og visitatiónsbólkinum og tekur við starvinum tann 1. januar 2015 ella skjótast tilber. Starvið verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Kristinu T. Larsen, leiðara, á tlf. 730204.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. november 2015 kl. 14.00. Samrøður verða avgreiddar í viku 46 og 47.
Umsóknin skal sendast til:
Heimatænastuna – Kulibakki 8 – 520 Leirvík, ella á teldupost: heimatanastan@eystur.fo
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk.
Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri 15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini.
Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo
undir stabbanum “eldri”.




